Inn í framtíðina sum NLS og sum limafelag

27. og 28. september hevur norðurlendski felagsskapurin fyri fakfeløg, NLS limafund í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík. NLS er norðurlendst samstarv fyri fekfeløg, sum umboða starvsfólk úr øllum økjum innanfyri undirvísing, heilt frá vøggustovu til universitet. Felagsskapurin hevur fleiri undirbólkar, sum umboða ymisku áhugaøkini og skipar fyri nógvum fundum og ráðstevnum í øllum norðurlondum. Hesin fundurin í Reykjavík er fyri øll limafeløgini, og umboða fleiri hundratúsund limir. 

Hesar dagarnar í Reykjavík er evnið ”Mot framtiden – som NLS och som medlemsorganisation”, leysliga umsett ”inn í framtíðina, sum NLS samstarv og sum einstakt limafelag”. Kveikjandi framløgur og bólkaprát er á skránni. Evnini fevna um gerandisavbjóðingar, samráðingar og útbúgving. Harumframt er høvið at møtast í meira óforemllum umstøðum. M.a. eru útferðir í serstøku náttúruni rundanum Reykjavík á skráð.

Les meira um NLS og limafeløgini á heimasíðuniwww.nls.info.

Tað eru Jógvan Philbrow, formaður og Nikkil Heinesen, næstformaður, sum taka lut vegna Pedagogfelagið.