Innbjóðing til nýútbúnar námsfrøðingar. Útbúgvin í 2018 og 2019

Føroya Pedagogfelag ynskir tær hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Í hesum sambandi vil felagið nýta høvið at bjóða tær og øllum hinum námsfrøðingunum, sum eru útbúgvin í 2018 og 2019, til eina hugnaløtu og gjøgnumgongd av limaviðurskiftum.

Tiltakið varð útsett í fjør vegna ov fáar tilmeldingar, tí fáa øll nú høvið at vera við til tiltakið.

Tiltakið verður týsdagin tann 3. september, frá kl. 17.00 til uml. kl. 20.00.

Vit hittast kl. 17.00 í hølunum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu 1 í Havn. Síðani verður farið í hølini hjá Starvsmannafelagnum, har felagið bjóðar ein góðan bita.

Nevndin og umboð fyri umsitingina verða við til tiltakið, har tað m.a. verður kunnað um lima- og sáttmálaviðurskifti tykkara.

Tiltakið er ókeypis, men vegna matin er neyðugt at melda til.

Vinarliga boða frá luttøku við senda ein teldupost við navni og føðidato til
pedagog@pedagogfelag.fo í seinasta lagi fríggjadagin 31. august 2019. Pedagogfelagið gleðir seg til at hitta tykkum.

Vinaliga Føroya Pedagogfelag