Komið og les til námsfrøðing

Til ber nú at søkja inn á námsfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum. Vit vóna, at nógv senda umsókn inn.

Hóast mikið rok er um økið í dag, hóast umstøðurnar allastaðni ikki er nóg góðar og hóast nógvir trupulleikar eru á økinum – siga flestu námsfrøðingar innan økið framvegis, “vit hava heimsins besta starv”.

Námsfrøðiliga starvið snýr seg um at gera mun í lívinum hjá tínum medmenniskjum. Akkurát hvat hevur størstan týdning fyri einstaka námsfrøðingin er helst ymiskt, og um tú ivast, spyr ein námsfrøðing hví hann/hon júst valdi at brúka tey fýra árini, ella so at stríða seg gjøgnum ástøðið, uppgávur, starvslæru og kjakið í flokshølunum. Svarini eru helst eins ymisk, sum tey ymisku fólkini eru.

Grundleggjandi vænti eg, at flest siga, at tey ynskja at gera mun, at námsfrøðingastarvið gevur teimum møguleikan at stuðla menningini ella styrkja lívsgóðskuna hjá einstaka menniskjanum.

Útbúgvingin gevur tær amboð at arbeiða við at styrkja sjálvvirðið og sjálvbjargnið í einum samfelaga, har tað er lætt at missa fótafesti í einum skjótt broytiligum heimi. Har vit lættliga, um vit ikki hava eitt sterkt sjálvvirði kunnu vera niðurbrotin.

Vit kenna tað frá okkum sjálvium, um vit sum børn ikki fingu “gott í beinini”, so var torført hjá okkum at virka í nútíðar samfelagnum. Samfelagið í dag líkist ikki samfelagnum í gjár, og uppskriftirnar mugu tillagast verandi nærumhvørvi og samfelag.

Ein av grundleggjandi tørvinum hjá menniskjanum er at hoyra til, og tí má hesin tørvur eisini møtast í nýggja heiminum, har nútíðar menniskja hevur møguleika at møta nógv fleiri menniskjum og støðum enn fyrr. Og tað er har styrkin í námsfrøðini og ástøðini eigur at vera. Námsfrøðin snýr seg um at binda einstøku menniskjuni saman í teirra samfelag, stuðla undir, at tað finnur sína rødd og sín pall at virka á. Námsfrøðin sigur ikki hvat er best ella hvør er best, men heldur hjálpir námsfrøðin einstaka menniskjanum  at vera tann besta útgávan av sær sjálvum.

Námsfrøðin er fakið, ið byggir á sambandið millum menniskju, og hvat og hvussu tað sambandið kann virka fyri at menna og geva rúm fyri tí góða lívinum.

Um tú ynskir at gera mun í lívinum hjá øðrum menniskjum, so er útbúgvingin sum námsfrøðingur ein skilagóð yrkisleið.

Ja, umstøðurnar eru ikki í topp í dag, men vit eru á veg og okkum tørvar, at tú eisini velur hesa yrkisleið. Verð partur av loysnini. Tú kann lesa meira um útbúgvingina á https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/namsfrodi/

Tú kann lesa meira um fakligu vangamyndirnar hjá námsfrøðingum her: https://pedagogfelag.fo/utgavur2/
Útgávan “Førleikar og virði” er almenn pedagogisk vangamynd, og “Tað góða lívið” er sosialpedagogisk vangamynd. Teksturin varð framleiddur í 2012.