Mint skal vera á, at aðalfundur felagins verður á Hotel Føroyum 11. mars. Skráin á aðalfundinum er sambært lógum felagsins.
Limir ið vilja hava evni, lógarbroytingar ella annað á skrá, skulu senda hetta til felagið seinast 1. februar.
Einki val er til nevndina í ár, men ráðslimir skulu veljast í námsfrøðingaráðið og leiðararáðið.
Limir ið vilja bjóða seg fram til ráðini, skulu boða umsitingini frá hesum seinast 1. februar. Tað skulu veljast tveir limir í hvørt ráði.
Nærri verður lýst seinni, um tilmelding og hvat klokkan fundirnir byrja.
Samband
T-postur: pedagog@pedagofelag.fo. Merk brævið Aðalfundur 2023.
Bræv: Føroya Pedagogfelag, Tungutøta 1, 100 Tórshavn. Merk brævið Aðalfundur 2023.