Kunning um sáttmálasamráðingar 2023

Góðu limir

Samráðingar um nýggjan sáttmála fyri sáttmálarnar, ið gingu út 1. apríl 2023 eru farnar í gongd, og hevur nevndin handað krøv og móttikið krøv frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum í gjár, mikudagin 6. september 2023.

Vit valdu í vár, at geva arbeiðsgevarunum stundir at samráðast við tey feløg, hvørs sáttmálar gingu út í oktober 2022. Flestu av hesum eru tó ikki komin á mál, og heldur nevndin ikki, at tað sømir seg at bíða longur við samráðingunum.

Vit eru greið yvir, at fleiri av tykkum hava tørv á einum lønarlyfti her og nú, og fara vit at gera okkara fyri at vit fáa nýggjan sáttmála skjótast gjørligt.

Arbeiðsgevararnir høvdu tó ikki stundir at fara meira ítøkiliga til verka fyrr enn tann 27. september, og er næsti fundur ásettur at vera tá.

Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag.

Jógvan Philbrow, formaður.