LATIÐ OKKUM NÚ LOYSA HETTA SAMAN

Nú valstríið er um at røkka endanum, fara vit at koma við hesari seinastu áheitan á valevni, flokkar og øll onnur viðkomandi.

Hetta valið kann gerast eitt lagnuval fyri námsfrøðiliga økið. Vit hoyra javnan, at økið bløðir. Tað ger tað eisini á ávísum plássum. Vit hoyra um skipanir, sum kundu virka betur, vit hoyra um arbeiðspláss, sum hava stóran starvsfólkamangul, vit hoyra um bíðilistar og vit hoyra um starvsfólk, sum eru útkoyrd av stóra arbeiðstrýstinum. Í nógvum av hesum støðum starvast okkara limir.

Til hetta valið hava vit upplýst valevni og flokkar um støðuna á námsfrøðiliga økinum. Vit hava sæð okkurt aftur í valstríðinum, og eru tí spent til samgongusamráðingarnar, sum verða aftaná 8. desember. Í Føroya Pedagogfelag eru vit altíð klár at koma við ítað arbeiðið, sum skal gera viðurskiftini betri á námsfrøðiliga økinum. Hetta er alneyðugt, til bót og bata fyri bæði starvsfólk, búfólk og børnini.

Í nærmastu framtíð standa nýggjar sáttmálasamráðingar fyri framman. Men ikki alt kann loysast á samráðingarborðinum. Nógv má og skal loysast politiskt. Vit hava tørv á djørvum og visionerum politikarum, sum politiskt kunnu flyta mørk og raðfesta økið.

Nú er nokk tosað og nógv vóru vallyftini. Vit kenna trupulleikan og vit vita hvussu tað kann loysast. Latið okkum saman taka hond um hetta.