“Ánei .. bara eg ikki vil á wc”

Nú valstríðið er farið at harðna, verður av fleiri borið fram, at veruliga effektiva arbeiðstíðin hjá teimum sum arbeiða fulla tíð (40 tímar), er millum 36t50m og 37t05m, um kaffisteðgir verða roknaðir uppí. Hetta verður brúkt sum grundgevin fyri, at ikki er neyðugt at stytta arbeiðsvikuna. Kanska kann ein eisini síggja hetta sum góða starvsfólkarøkt og trivnað, og helst fer nógv arbeiðsprát fram í tí óformella.

Um talan er um størv har tú hevur møguleika at sløkkja telduna ella lata pappírsbunkan liggja, er kanska okkurt um tað. Hetta er bara fjart frá veruleikanum, um tú arbeiðir innan almennu umsorganarøkini/vælferðarøkini, størv við menniskjum, serliga á stovnum undir Almannaverkinum, heilsu- og eldraøkinum og dagstovnsøkinum. 

Fleiri av hesum starvsfólkunum kenna als einki til steðgir í arbeiðinum. Starvsfólkatrotið og høga arbeiðstrýstið á umsorganarøkinum ger, at flestu máltíðirnar, ella løtur har ein kann seta seg niður eina løtu, eru saman við búfólki/barni, ella verður etin á ferð millum uppgávur. Eisini hevur ein hoyrt um støður, har starvsfólk ikki hava tíð at fara á vesið, tí tey eru einsamøll til arbeiðis.

Mong munnu minnast aftur á myndina av einum ásettum matpakka, sum ein sjúkrarøktarfrøðingur deildi í donskum miðlum fyrr í ár. Hetta er ein mynd av matinum hjá einum starvsfelaga, ið aftur var avbrotin í sínum steðgi, fyri at taka sær av einum sjúklingi. Ein talandi mynd, har nógv kenna seg aftur.

Tað er sostatt ikki ein rættvís mynd, ið verður málað, tá sagt verður, at effektiva arbeiðstíðin er nógv lægri enn tætt ímóti 100%.

Politikarar mugu taka avbjóðingarnar á økinum í álvara. Betri arbeiðsumstøður at vera fakligur, fleiri starvsfólk, hægri løn og styttri arbeiðsvaktir er tað vit peika á – og lurtið nú!

NIKKIL HEINESEN. Næstformaður.

Mynd 2: Anders S. Rasmussen