Námsfrøðihjálparaútbúgving á Heilsuskúlanum

Vit hava nøkur tøk pláss og tí er enn møguligt at søkja inn á nýggju útbúgvingina til námfrøðihjálpara, sum byrjar 18. august.

Við útbúgvingini fært tú vitan um námsfrøði, sálarfrøði, mentan og virksemi, rørslu, útilív og samskifti, innan barna- ella serøki, umframt at tú møtir nógvum spennandi fólkum við sama áhuga sum tú.

Útbúgvingin tekur tvey ár  og er væl tilrættaløgd, og er sostatt skipað við undirvísing á skúlanum og fjarlestri og praktik úti í stovnum í Føroyum, soleiðis at teori og praksis verða knýtt saman.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, ella tú hevur ivamál, ert tú vælkomin at skriva til okkara á heilsuskulin@skulin.fo.

Meira kunning um útbúgvingina er at finna á heilsuskulin.fo

Heilsuskúli Føroya