Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

–          Fýra námsfrøðingum at byrja 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.Talan er um størv á 30, 35 og 40 tímar um vikuna, og er bæði á vøggu- og barnagarðsstovu.

Hvørji eru vit:

–          Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

–          ið hevur umsorgan fyri børnunum.

–          ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

–          ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.

–          ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.

–          ið er eldhuga og konstruktivt.

–          ið sær møguleikar fram um mørk.

–          kunnleiki og royndir til Karlstad-modellið og Tekn til talu kann vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær:

–          fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

–          eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.

–          sernámsfrøðiliga ráðgeving.

–          møguleika at tilogna tær vitan og kunnleika til Karlstad-modellið og tekn til talu.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingar ikki søkja øll størvini, kann hjálparfólk verða fyribils sett.

Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leilu H. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2018 kl. 12.00.

 

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo