Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr ½ til 6 ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

 Vit bjóða 5 spennandi størv, ið eru í støðugari menning, har tit kunnu verða við at mynda og seta tykkara dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum. Størvini eru bæði á vøggu- og barnagarðsstovu

Størvini eru 40 tíma viku ætlað námsfrøðingum. Um umstøður eru til tess, so kann møguleiki verða fyri niðursettari arbeiðstíð.

Grunda á, at vit nýta ársverk, er tímatalið 37,5 um vikuna. Afturat dagliga arbeiðinum á stovninum, eru fundir og fyrireiking eftir vanliga arbeiðstíð, talt við í ársnormin, ið samanlagt telur 40 tíma viku.

 Setanarviðurskifti:

Størvini vera sett 6. august 2018, ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11 – 20 fyri Námsfrøðingar.

Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi:

Týsdagin 19. juni 2018 kl. 12.00



 Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

Fo-530 Fuglafjørður

Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.