Í samband við at Sóljuhjarta letur upp nýggja vøggustovu í Søldarfjarðar skúla søknast við eftir námsfrøðingum, at arbeiða á vøggu- og barnagarðsstovum.
Eftir summarfrítíðina 2018 veitir Sóljuhjarta tilboð til upp til 80 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Søldarfjarðar skúla.
Lýst verður eftir:
Námsfrøðingum á 30 – 35 t/v til vøggu og barnagarðsstovu
Byrjað verður í størvunum 13. august 2018 ella eftir nærri avtalu
Vit leita eftir umsøkjarum, ið:
- hava umsorgan fyri børnum
- eru ídnir, nærlagdir og álítandi
- duga væl at samskifta og hava góð samstarvsevnir
- hava gott yvirlit og megna at skipa dagin
- eru nýhugsandi, ígongdsetandi og megna broytingar um so skuldi verið
- síggja møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum.
Lønar og setanartreytir
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Námsfrøðingar verða løntir á stig 11-20.
Søkja ov fáir námsfrøðingar, kunnu hjálparfólk vera sett tíðaravmarkað ístaðin.
Fleiri upplýsingar
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 297171/667170
Umsóknir
Søk størvini á netinum á www.runavik.fo ella á leinkjuni: https://app.jobmatchprofile.com/x5y2am
Umsókn skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 20 juni 2018.
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26
600 Saltangará
runavik@runavik.fo