Námsfrøðingaráðið fullmannað

Eyka aðalfundurin hjá Námsfrøðingaráðnum var hildin á Hotel Hafnia hóskvøldi 12.05.2022.

Endamálið við fundinum var at velja ein nevndarráðslim.

Dagny Miðskarð var tann einasta sum bjóðaði seg fram. Hon var vald fyri eitt tvey ára skeið.

Katrin Eysturdal er tiltakslimur.

Námsfrøðingaráðið er nú fullmannað, ráðið fer at skipa seg í næstum. Tær sum eru í ráðnum eru: Krista Hvannastein, Anja Haldansen, Tina Tórarenni, Gunn Maritudóttir og Dagny Miðskarð.

Føroya Pedagogfelag hevur 3 ráð, hvørs uppgáva er at ráðgeva og sparra við nevndina um viðkomandi arbeiðsviðurskifti.

Alt eftir hvørja setan ein hevur, er limurin umboðaður av antin Hjálparfólkaráðnum, Leiðararáðnum ella Námsfrøðingaráðnum.

Nevndin í Pedagogfelagnum gleðist um góðu undirtøkuna, sum fundurin fekk frá limum felagsins.

(Dagny og Katrin eru ikki á myndini)