Námsfrøðingur í dag og í framtíðini

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum og Føroya Pedagogfelag skipa fyri almennum tiltaki í Auluni á Námsvísindadeildini – Frælsið 20, Tórshavn. Mikudag 29. mars kl. 19:00 – 21:00

Skráin verður:

Framløgur

  • Tær góðu søgurnar hjá námsfrøðinginum v/Kristu Hvannastein
  • Miðlaflutningur um dagstovnaækið v/Anniku Antoniussen og Sigrid Vesturgarð
  • Ymiskleikin innan serøkið v/Jóhannu Jancyardóttir.

Panel, síðani verður eitt panel við kjaki um:

Hvør er tín leiklutur í arbeiðnum at menna umstøðurnar innan námsfrøðiliga økið, og harvið skapa áhuga fyri at arbeiða sum námsfrøðingur ella velja námsfrøðingaútbúgvingina?

  • Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaúr í Barna- og útbúgvingarmálum
  • Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
  • Sonja Olsen, námslektari í dagstovnanámsfrøði
  • Jóhanna Jancyardóttir, eindarleiðari í Almannaverkinum
  • Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum
  • Sanna á Løgmansbø, dagstovnaleiðari