Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum og Føroya Pedagogfelag skipa fyri almennum tiltaki í Auluni á Námsvísindadeildini – Frælsið 20, Tórshavn. Mikudag 29. mars kl. 19:00 – 21:00
Skráin verður:
Framløgur
- Tær góðu søgurnar hjá námsfrøðinginum v/Kristu Hvannastein
- Miðlaflutningur um dagstovnaækið v/Anniku Antoniussen og Sigrid Vesturgarð
- Ymiskleikin innan serøkið v/Jóhannu Jancyardóttir.
Panel, síðani verður eitt panel við kjaki um:
Hvør er tín leiklutur í arbeiðnum at menna umstøðurnar innan námsfrøðiliga økið, og harvið skapa áhuga fyri at arbeiða sum námsfrøðingur ella velja námsfrøðingaútbúgvingina?
- Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaúr í Barna- og útbúgvingarmálum
- Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
- Sonja Olsen, námslektari í dagstovnanámsfrøði
- Jóhanna Jancyardóttir, eindarleiðari í Almannaverkinum
- Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum
- Sanna á Løgmansbø, dagstovnaleiðari