Nýggjur eindarleiðari: Fólk vilja hava leiðslu á staðnum

Jóhanna Jancyardóttir verður eindarleiðari í nýggju Virknistænastuni undir Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Hon heldur, at nærleiðslan er góð fyri bæði starvsfólk og brúkarar, og at hon letur upp fyri meira fakligheit í arbeiðinum

Ingolf S. Olsen – PRESS – Grein úr Pedagogblaðnum

Námsfrøðiligu starvsfólkini undir Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum eru sum heild sera væl nøgd við, at nærleiðsla aftur verður reglan á bústovnum, verkstøðum, frítíðarskúlum og øðrum tilboðum, sum Almannaverkið varðar av.

Ein teirra er Jóhanna Jancyardóttir, sum býr í Húsavík, og seinastu nógvu árini hevur verið leiðari á Virknis- og umlátingardeplinum á Sandi. Ta seinastu tíðinia hevur hon eisini verið leiðari á tveimum deildum á Eirargarði í Havn.

Á nýggjárinum klývur hon eitt stig uppeftir á almenna starvsstiganum, tá hon tekur við sum eindarleiðari í nýggju Virknistænastuni undir Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Men tó at hon sjálvur nú fær meira yvirskipaðar leiðsluuppgávur, fegnast hon serliga nógv um tættari sambandið, sum fram eftir verður ímillum starvsfólk og leiðslu hjá Almannaverkinum, nú allur leiðslubygnaðurin verður broyttur.

– Tað hevur víst seg, at ongin unnast væl við fjarleiðslu. Fólk vilja hava leiðslu á staðnum, og tað er í veruleikanum eisini leiðslan, sum kann og eigur at tryggja kvalitetin í gerandisdegnum. Tí hon er har allatíðina, men fólkið gongur í vaktum.

– Bygningarbroytingarnar við teimum seks nýggju eindunum merkja eisini, at virksemi, sum líkist, verður savnað í viðkomandi eind. Tað haldi eg vera ordiliga gott, tí tað gevur betrir rúm fyri, at starvsfólk og leiðsla kunnu fara í dýpdina í fakinum og harvið eisini gera fakið betri, sigur Jóhanna Jancyardóttir.

Lættari at síggja tørvir

Hon heldur eisini, at nýggja meira logiska uppbýtið av tænastum, býtt á seks eindir, saman við fleiri leiðarum á staðnum fer at gera tað lættari at fáa eyga á tørvir og møguliga at ávísa – visitera – víðari í skipanini.

Virknistænastan, har hon verður eindarleiðari, umfatar vard verkstøð, frítíðarklubbar, frítíðarskúlar og umlætting. – Ein stórur partur av brúkarunum er heimabúgvandi, og tað er ofta í onkrum av hesum tilboðunum, at tey hava sítt fyrsta møti við Almannaverkið. Men fyrr vóru hesi tilboðini spjadd á ymiskar eindir, so tað var ikki lætt at hava eitt samlað yvirlit. At tað er savnað, og at leiðsla er á staðnum, eigur at gera tænastuna betri og eisini gera tað lættari at ávísa víðari, sigur Jóhanna Jancyardóttir.

(MYND, Jóhanna Jancyardóttir)
– Fólk vilja hava leiðslu á staðnum, og tað er í veruleikanum eisini leiðslan, sum kann og eigur at tryggja kvalitetin í gerandisdegnum. Tí hon er har allatíðina, men fólkið gongur í vaktum, sigur Jóhanna Jancyardóttir, eindarleiðari í nýggju Virknistænastuni undir Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum

Mynd: Privatmynd