Nývalda leiðararáðið hjá Føroya Pedagogfelag er farið til verka

Okkara fyrsta tiltak verður í morgin mikudagin 2. Juni í Føroya Arbeiðararfelag.

Heri á Rógvi og Marin Vang hava framløgur um starvsfólkatrotog hvat tað ger við okkum leiðslur.

Vit í leiðarararáðnum staðfesta at niðurstøðan í nýggju temafrágreiðingini hjá Búskaparráðnum,  um tørvin á starvsfólkum er sera álvarsom, men at hetta ikki kemur óvæntað.

Leiðararáðið væntar og vónar, at avvarðandi mynduleikar taka frágreiðingina og støðuna sum heild í stórsta álvara og at arbeiðsgevarnir vilja  vísa í verkið, at tey veruliga ynskja at bøta um støðuna.

Vit hava í mong ár verið greið yvir skeivu gongdina at nøkta tørvin av kvalificeraðum starvsfólkum til námsfrøðiliga økið, og vit vilja staðiliga vísa á, at loysnin ikki einans snýr seg um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, men í stóran mun snýr seg um at stytta um arbeiðsvikuna, betra um lønina og sum heild snýr seg um at gera arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkinum betri, og harvið at vit fáa eitt betri menniskjansligt haldføri, har fleiri starvsfólk søkja og ynskja at vera verandi á okkara økið.

Støðan er tann, at nógvir námsfrøðingar, hóast teir hava tikið útbúgvingina, velja frá at arbeiða innan økið og heldur velja, antin at útbúgva seg víðari, ella at finna annað starv, tí arbeiðsumstøðurnar og lønin á økinum er av lagið vánaligar!

Vit vóna at mynduleikarnir nú veruliga vísa í verkið at tey eru sinnað at bøta um arbeiðskorini á námsfrøðiliga økinum.

Leiðararáðið