“Pedagogar í Føroyum”  nú sum ljóðbók

Nú ber til at lurta eftir bókini “Pedagogar í Føroyum” á netinum. Uni Arge hevur lisið inn og er bókin løgd út á heimasíðuna, soleiðis, at til ber at lurta á telduni, á teldilinum ella á telefonini.

Vit hava miðjað ímóti, at bókin skal vera atkomulig hjá øllum og tí hava vit, umframt prentaðu útgávuna eisini fingið Una Arge, ið hevur skrivað bókina, at lesa bókina inn. Bókin er somuleiðis løgd út á heimasíðuna í talgildari útgávu.

Við hesum gerst tað uppaftur lættari hjá okkum øllum at fáa innihaldið í bókini við.

Ger so væl!