PEDAGOGBLAÐIÐ: Brekkstein lovar bata

Formaðurin í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð sigur, at dagstovnaøkið fær meira pengar á teimum næstu fíggjarætlanunum. Býráðið hevur fingið álit frá arbeiðsbólki, sum hevur eftirmett dagstovnaøkið.

Ingolf S. Olsen – PRESS

! Les alt blaðið her !

Bergdís E. Gisladóttir, búskaparfrøðingur, sum er samrødd aðrastaðni her á síðunum, sigur seg onga broyting hava sæð yvirhøvur, síðan nýggja býráðið tók við á nýggjárinum, tá tað ræður um batar á dagstovnaøkinum.

Men Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, vissar um, at hann stendur við tað, sum hann segði við Pedagogblaðið eftir býráðsvalið í fjør, tá tað var greitt, at hann skuldi verða nýggjur formaður í mentamálanevndini.

Við Pedagogblaðið veturin 2020 segði hann millum annað soleiðis:

“Vit fóru upp á val við lyftum um uppnormering av dagstovnaøkinum og eldraøkinum, og eg kann siga so mikið, at vit báðir flokkarnir, sum nú hava skipað ein meiriluta í Tórshavnar býráð, eru púra greið yvir, hvat vit fara at arbeiða við – og vit eru eisini samd um, at fyrsti prioritetur hjá mær sum formanni í mentamálanevndini er dagstovnaøkið.”

Meira pengar næsta ár

Annfinn Brekkstein segði eisini, at hann ætlaði at spenna seg út fyri at “(…) fáa økið skipað soleiðis, at tey úti á stovnunum merkja, at tað verða fleiri hendur og fleiri fólk – at tað verður meira orka á gólvinum, har sum á stendur, og at pedagogarnir fáa eina betri fyrireikingartíð”.

Í greinini væntaði hann tó, at tað fóru at ganga eini tvey ár, áðrenn nýggju tíðirnar av álvara fóru at merkjast á dagstovnunum. Í so máta hevur hann eitt ár afturat at gera ábøturnar í, men hann lovar tó, at uppraðfestingin eisini verður á síggja í fíggjarætlini fyri 2022. Hon skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Hvat fíggjarætlanin ítøkiliga leggur upp til, fær Annfinn Brekkstein onki sagt um enn, men at fleiri pengar verða settir av til dagstovnaøkið, sigur hann ongan iva vera um.

Eftirmeting

Fyrr í ár varð ein arbeiðsbólkur settur at eftirmeta alt dagstovnaøkið, og hann hevur nýliga handað eitt álit, sum eisini hevur verið fyri á fundi í mentamálanevndini.

Annfinn Brekkstein sigur seg ikki fáa sagt meira um tað og handfaringina av málinum annars, fyrr enn fíggjarætlanin fyri næsta ár er endaliga samtykt.

Biðið er um innlit í hetta álit vegna Pedagogblaðið.

Eftirmetingarbólkurin er mannaður við umboðum fyri bæði pedagogar, hjálparfólk og stovnsleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu, Jóan Petur í Hentze, trivnaðarstjóra, Beintu Dalbø, deildarleiðara í Barna- og ungdómsdeildini, og Maiku Samuelsen, sum Annfinn Brekkstein sjálvur hevur valt í bólkin sum uttanhýsis fakfólk.

Maika Samuelsen er námsfrøðingur og fyrrverandi dagstovnsleiðari í Tórshavnar Kommunu. Í Pedagogblaðnum á heysti 2020 fanst hon eisini hvassliga at støðuni á dagstovnaøkinum í kommununi.

Lyfti frá borgarstjóranum

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nam eisini við dagstovnaøkið, tá uppskotið til fíggjarætlan varð lagt fram á býráðsfundinum 30. september. Sjálvt uppskotið er ikki alment, men borgarstjórin segði soleiðis um dagstovnaøkið:

“Á dagstovnaøkinum krevur vaksandi barnatalið, at fleiri pláss verða útvegað. Í samband við eftirmeting á dagstovnaøkinum kemur uppskot um øktar normeringar og fyrireikingartíð, og verður hetta tikið við í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini. Normeringin til serstovur verður økt. Styrkt verður um námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum. Ein ætlan fyri førleikamenning skal tryggja nøktandi fakligt støði.”