PEDAGOGBLAÐIÐ: Pedagogfelagið vónar hægri játtan

Eftir fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu hevði nevndin hjá Pedagogfelagnum ilt við at síggja samsvar við gyltu lyftini hjá nýggju býrássamgonguni og ítøkiligu raðfestinginarnar í fíggjarætlanaruppskotinum. Eftir ávíst samskifti við Annfinn Brekkstein hómar formaðurin tó glottar.

Ingolf S. Olsen – PRESS

! Les alt blaðið her !

Nevndin í Pedagogfelagnum var vónbrotin, tá hon sá høvuðsyvirlitið fyri fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2022, ið bleiv alment, tá ætlanin var løgd fyri býráðið 30. september.

So vónbrotin, at nevndin 4. oktober legði eina grein út á heimasíðu felagsins við yvirskriftini “Børnini í Tórshavnar kommunu aftur gloymd”.

Í greinini helt nevndin seg kunna staðfesta, at býráðið ongar visjónir hevði fyri dagstovnaøkið. Millum annað, tí rakstrarjáttanin til børn og ung bara veksur við 7,2 prosentum, sum ikki røkkur til meira enn at leggja upp fyri størri barnatali og lønarvøkstri.

Nevndin hefti seg eisini við, at lykilin at rokna normeringinarnar út eftir er óbroyttur frá 2021.

“Vit kunnu tí staðfesta, at landsins størsta kommuna ikki ætlar at bøta um korini hjá børnunum og sínum starvsfólkum”, skrivaði nevndin á heimasíðuni 4. oktober.

Betri vónir

Men síðan hevur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagofelagnum, havt ein fund við Annfinn Brekkstein, formann í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð. Fundurin gav Jógvani Philbrow vónir um, at okkurt frægari kortini fór at spyrjast burtur úr viðgerðini av fíggjarætlanini, enn tað, sum tølini í uppskotinum bóru boð um.

– Eg haldi, at fundurin flutti okkurt rætta vegin, so eg havi vónir um, at týðuligir batar fara at spyrjast burtur úr, tá uppskotið til fíggjarætlan skal til aðru viðgerð 25. november, sigur Jógvan Philbrow.

At tølini kunnu broytast, var eisini eitt, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði dent á bæði undir framløguni av fíggjarætlanaruppskotinum 30. september og undir fyrstu viðgerðini 28. oktober.

Tað harmar tó Jógvan Philbrow, at hann ikki enn hevur fingið at sæð álitið frá arbeiðsbólkinum, sum hevur eftirmett alt dagstovnaøkið hjá Tórshavnar Kommunu.

– Eg gangi út frá, at tað álitið er ætlað at vera katalogið, sum mentamálanevndin og býráðið fara at stinga út í kortið eftir, og tí eri eg ógvuliga spentur at síggja, hvat stendur í tí. Eg fekk eisini lovað, at vit skuldu fáa tað beinanvegin, men enn er so onki komið, sigur Jógvan Philbrow.