Pedagogfelagið nýggjan bygnað


Umleið 400 limir møttu á aðalfundinum 2019 hjá Pedagogfelag Føroya á Hotel Føroyum. Fundurin varð settur av Jógvani Philbrow kl 13, har gestarøðari Regin Berg síðani hevði framløgu um tydningin av fakfeløgum í dagsins samfelag.

Í høvuðsheitum vóru hansara niðurstøður, at hóast tað til tíðir er avbjóðandi at semjast innanhýsis, so er tað av alstórum týdningi at fakfeløg halda saman, og heldur gerast størri ella samstarva sínamillum, so fakfelagsrørslan stendur sterkari mótvegis arbeiðsgevaranum.

Síðani var ársfrágreiðing, grannskoðaður rokniskapur fyri 2018, og fíggjarætlan fyri 2019 løgd fram og góðkend.

Bygnaðarbroytingarnar samtyktar

Arbeiðið við bygnaðarbroytingunum, sum byrjaði í 2015, varð síðani lagt fram fyri teimum møttu av Elin N. W. Tausen. Spurningar og kjak vóru í salinum um ymsu viðurskiftini og ivamál í uppskotinum. Síðani var atkvøtt, og úrslitið gjørdist ein greiðir meiriluti fyri nýggja bygnaðinum.

Hetta merkir, at ikki longur er krav at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu verða í nevndini.

Við samtyktini stovnsetur Pedagogfelagið eisini trý ráð – Leiðararáð, Námsfrøðingaráð og Hjálparfólkaráð, umframt fakligir áhugabólkar – sum merkir, at einstøku fakøkini í felagnum fáa betri umboðan og betri møguleika at varpa ljós á teirra serligu áhugar. Nevndin verður við hesum betri før fyri at umboða áhugamálini hjá leiðarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum í felagnum.

Nevndin broytt

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Elin N. W. Tausen, næstforkvinna, og Halgerð Jacobsen, nevndarlimur,  stillaðu ikki upp aftur, og tí vóru Valborg F. Hammer og Katrin Karlsdóttir Johansen, fyrstvaldi eykalimur, vald í nevndina. Vit takka Elini og Halgerð fyri teirra arbeiði í nevndini og ynskja Valborg og Katrini vælkomnum. Eykalimir til nevndina verða Bjarni Beder og Anne Lise Davidsen.

Umframt samtyktu bygnaðarbroytingarnar snúði kjakið seg eisini um, at limirnir ynskja at felagið komandi tíðina skal leggja størri dent á arbeiðsviðurskifti, so sum arbeiðsvikuna og sparingar, sum í alt ov stóran mun hava rakt góðskuna á fakøkinum.

Sí myndasavn frá fundinum her