Fá2 bjóðar til Temadag 11 Apríl.
Fá2 er fakligur áhugabólkur fyri sjúkrarøktarfrøðingar innan krabbamein og palliatión.
Temadagurin verður hildin 11. apríl í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum frá 8:30-15.30.
Evnið í ár verður etik og andaliga umsorgan til álvarsliga sjúka krabbameinssjúklingin.
Undirvísari verður Rita Nielsen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og rithøvundur. Hon hevur millum annað skrivað bøkurnar “Venteværelset – en døendes fortælling om livet” og “Det nødvendige nærvær”. Meira kann lesast um Ritu Nielsen á leinkini: www.ritanielsen.dk
Skrá:
Kl 8:30-9:00 Morgunmatur
Kl 9:00- 10.15 “Hvussu er at vera álvarsliga sjúkur og doyggjandi”?
Kl 10.30- 11.45 “Etik og etiskar tvístøður í krabbameinssjúkrarøkt”?
Kl 11:45-12:30 Døgurði
KL12.30-15.30 “Andalig umsorgan” – hvussu veita vit tað”
Kostnaður: Ókeypis fyri limir í Fá2, tilmelding við at senda teldupost til fa2.sjukrarokt@gmail.com innan 2. apríl.
Tilmelding ikki limir: 500 kr við at gjalda á konto 6460-1620365.
Timelding: Lesandi 250 kr
Íroknað: Morgunmatur, ábit og drekka.
Vinarliga
Nevndin í Fá2