Rundferð: Nevndin verið á stovnsvitjan

Rundferðin byrjaði við stovnsvitjanum í Tórshavn, Fuglafirði, Kambsdali, Leirvík og Klaksvík. Nevndin var sera væl nøgd við móttøkuna, og nógv áhugavert stakk seg upp, sum gevur nevndini betri vitan at virka fyri limirnar frameftir

Seinastu tvær vikurnar hevur nevndin vitjað 15 stovnar – Lítliskógur, Býlingahúsið millum Gilja, Verkstaðið Vón, Barnalund, Kamb, Brúsa, Gásamýru, Serstovuna Skúlatrøð, Snjallabjallu, Mylnuhúsið, námsfrøðiligu ráðgevingina í Klaksvík, Fjallafípuna, Verkstaðið á Brekku, búðfelagskapin Heygavegur og Gjáa – og í hesum umfarinium verður hildið á við vitjanum fram til januar.

Í dag verða bú- og viðgerðarstovnurin í eind 3, Sólareyga, Miðstovnurin og Løkjutún vitjaðir í Tórshavn og Argjum, og síðani verður vitjað á Sandoynni, Suðuroynni, Vágunum og Skálafjørðinum komandi hósdagarnar í heyst og vetur.

Á rundferðini hevur verið tosað við leiðarar og starvsfólk um hvussu tey skipa teirra dagligdag, og hvussu stovnurin virkar sum heild. Hvat nívur. Hvat virkar væl. Og hvat pedagogfelagið kanska kann royna at gera nakað við, fyri at stovnarnir kunnu virka enn betri.

Fyri hvørja vitjan hava nýggj viðurskifti og nýggjar kreativar loysnir stungið seg upp, og vónin er, at allar komandi vitjaninar verða líka spennandi.

Niðanfyri síggjast myndir frá nøkrum av vitjanunum.

sí enn fleiri myndir her

Viðmerk