Sálarligt arbeiðsumhvørvi fyllir nógv

Námsfrøðingarnir høvdu sjálvir sett sálarligt arbeiðsumhvørvi ovast á ynskilistan yvir evni hjá námsfrøðingaráðnum at arbeiða við. Forkvinnan í ráðnum var fegin um góðu undirtøkuna og kveikjandi íkastini hjá fyrilestrarhaldarunum á evnisdegnum

Ingolf S. Olsen – PRESS – Grein úr Pedagogblaðnum

Krista Hvannastein, forkvinna í námsfrøðingaráðnum hjá Pedagogfelagnum, fegnaðist um uppmøtingina á evnisdegnum um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum varð hildin í Løkshøll í Runavík 5. november, og tá dagurin var liðugur, kundi hon frøa seg um ein stak væleyðnaðan dag.

Longu tá hon beyð góðan morgun og vælkomin, tók hon fatur um sjálvt evnið við at vísa á, hvussu týdningarmikil morgunheilsanin er fyri øll – starvsfólk, foreldur, børn, avvarðarandi og onnur.

– Lagið, tú tekur við tær til arbeiðis, smittar tey, sum tú ert saman við, bæði so og so. Tað kann til tíðir vera ringt at gera, men vit avgera, hvussu vit handla og reagera í møtinum við onnur menniskju. Hvat kunna vit taka til okkum, og sum kann byggja okkum upp, og hvat skulu vit koyra frá okkum, sum kann bróta okkum niður. So eitt gott og hart “góðan morgun” er altíð gott at hoyra, segði Krista Hvannastein.

Síðan hugleiddi hon um, hvussu stóran týdning sínamillum viðurskifti og samskifti hevur fyri huglag og sálarligt umhvørvi, og hon endurgav nógv klók orð um hetta, millum annað tað, sum kendi heimsspekingurin Aristoteles segði um vreiði fyri meira enn 2.300 árum síðan:

“Øll kunnu gerast ill – tað er lætt. Men at verða illur við rætta persónin, í rættan mun, til rætta tíð, av rættari orsøk og á rættan hátt – tað eru ikki øll før fyri, og tað er ikki lætt.”

Felags skylda

Krista Hvannastein minti á, at arbeiðslívið fyllir nógv hjá øllum, og at tað tí er skyldan hjá hvørjum einstøkum at fáa tað besta burtur úr hvørjum degi.

– Evnið ”Sálarligt arbeiðsumhvørvi” hevur upptikið meg í nógv ár, bæði sum námsfrøðingur, álitisfólk, og yvirhøvur hvussu vit sum menniskju hava tað saman, hvussu vit arbeiða saman, hvussu vit kunna lyfta hvønn annan upp og í summum førum bróta hvønn annan niður. Og um hvat tað er, sum hendir, tá tað gongur væl, og tá tað gongur minni væl, segði hon.

Hon greiddi frá, at limirnir á aðalfundinum í mars vórðu bidnir at skriva nøkur ynski niður um, hvat teir hildu, at námsfrøðingaráðið skuldi arbeiða við, og tá avtornaði stóð “sálarligt arbeiðsumhvørvi” ovast á ynskilistanum.

Aðalfundurin hjá námsfrøðingaráðnum er sama dag sum aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag, men tað eydnaðist ikki at manna nevndina á regluliga aðalfundinum, og tí hevði námsfrøðingaráðið eykaaðalfund í mai.

Ein góð vísindalig greipa

Longu tá var hol sett á við Suna Poulsen, sálarfrøðingi, sum helt ein fyrilestur við heitinum ”Hvussu hugsa vit um arbeiðsumhvørvið anno 2022”.

Krista Hvannastein greiddi frá, at hon sum álitisfólk eisini hevði havt stóra nyttu av einum skeiði í handfaring av ósemjum, sum Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, hevði havt fyri nøkrum árum síðan.

Tí var gjørt av at royna at greipa tey bæði Suna Poulsen og Súsonnu Olsen til evnisdagin í Løkshøll, og tað eydnaðist.

Og tá tiltakið var liðugt, kundi Krista Hvannastein eisini staðfesta, at endamálið við evnisdegnum var rokkið

(MYND, Krista Hvannastein)
Krista Hvannastein, forkvinna í námsfrøðingaráðnum, fegnaðist um væleydnaða evnisdagin í Løkshøll. Myndin er tikin uttan fyri dagstovnin í Gerðinum í Skopun, har hon arbeiðir fyri tíðina, meðan hon er í farloyvi frá Mylnuhúsinum í Klaksvík

Mynd: Ingolf S. Olsen