Er skíggjanýtsla hjá børnum og ungum bara av tí ringa? Tað helt Sunnuva Egilstrøð Poulsen í veruleikanum, áðrenn hon sum námsfrøðilesandi fór í gongd við sína bacheloruppgávu um júst skíggjanýtslu. Hon tók námsfrøðiútbúgvingina í Danmark, á Københavns Professionshøjskole – Campus Carlsberg. Sunnuva tók prógv í summar og starvast nú sum námsfrøðingur í Skúlanum á Trøðni.
Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur og poddvarpsvertur, hevur í hesi útgávuni av Námsvarpinum prátað við Sunnuvu um skíggjanýtslu, og 11 ára gamla dótturin Serafia, ið má finna seg í rættiliga avgjørdum reglum fyri síni skíggjanýtslu bæði heima og í skúlanum, sleppur eisini til orðanna.
Sunnuva avdúkar tó, at hon sjálv broytti støðu til skíggjanýtslu, meðan hon arbeiddi við bacheloruppgávuni – hon flutti seg við egnum orðum ”frá at vera so ræðuliga anti til at royna at síggja møguleikarnar við skermbrúki”. Uttan tó at fara heilt yvir í hitt borðið. Tí myndin er ikki svørt-hvít; hjá summum eru partar av talgilda alheiminum, sum skíggjarnir rúma, eins turvelvandi og kokain, men tað ber hinvegin til at hava eina hóvliga nýtslu, og talgildi alheimurin rúmar eisini appur og annað gott, ið kann brúkast sum hent námsfrøðilig amboð.
Hoyr sendingina her! (Sendingin kann eisini finnast á apple podcast og spotify, leita eftir Námsvarpið)