Skriv frá álitisfólkun: ongantíð í 18 ár

Tað er at fegnast um, at dagstovnaøkið hjá Tórshavnar komunu sær út til at fáa nógva rúmd í orðaskiftium undan kommunuvalinum 2020. Frá at tosa um ansingartrygd, er kjakið ment til arbeiðsviðurskifti og tíð til børnini.  Hetta er í tøkum tíma, áðrenn økið heilt fer í knús, tí námsfrøðiligi fakkunnleikin er um at hokna og er við at hvørva av økinum, vegna ov stórt arbeiðstrýst og vánarligar arbeiðsumstøður.

Ongantíð í seinastu 18 árinini hava arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkum og viðurskiftin hjá børnum í TK verið so trupul og avbjóðandi sum NÚ. Hóast tað ongantíð fyrr, hevur verið sett so nógv fokus á námsfrøðiliga dygd frá umsitinganna síðu, so hevur tað verið  trupult at framt dygd. Ongin tíð verður sett av til tað námsfrøðiligu fyrireikingina og eftirmetingina, og  stundir eru ikki til nærveruna við tað einkulta barnið í gerandisdegnum.

Ósamsvar millum krøv og vantandi møguleikar at liva upp til krøvini yvir longri tíð, gevur útbrend starvsfólk, og tað er her vit eru. Vit hoyra oftari og oftari námsfrøðingar siga, at tað gevur ikki meining longur at starvast á dagstovnaøkinum í TK, tí eg havi ikki møguleika at brúka mína fakkunnleika.

Tað kann væl vera, at seinasta broytingin í leiðslubygnaðinum hjá TK hevur verið við til, at tølini í rokniarkinum síggja út til at stemma. Men sannleikin er, at tað vera framdar so stórar sparingar í starvsfólkatímum og rakstri á stovnunum, fyri at rokniarkini í eindunum skulu stemma.  Hetta merkist avorliga í dygdin av kjarniuppgávuni – tíð til mennandi samspæl við børnini!

Tá vit tosa um normeringar, hevur tað týdning at undirstrika at TK hevur ongan normeringslykil, sum tryggjar børnum á dagstovnum eina ávísa nøgd av tímum. Ístaðin hevur  kommunan  ein útrokningarlykil, sum játtanin til stovnin verður givin eftir. Tvs at tað er eindarleiðarin og dagstovnaleiðarin, sum gera av , alt eftir kostnaðinum av starvsfólkum og rakstri,  hvussu nógvir starvsfólkatímar eru til hvørt barnið. Hevur ein stovnur nógvar námsfrøðingar, fær einstaka barnið minni tímar, tí hópurin er so dýrur.

Hetta skal at broytast. Rætturin hjá barninum til tíð saman við vaksnum, skal at koma frammum rokniark hugsanina. Børnini skulu ikki bera kostnaðin, um ein stovnur verður raktur av øktum útreiðslum vegna m.a. sjúkrameldingar ol. Øll børn á dagstovnum skulu hava rætt til sama tal av starvsfólkatímum, líkamikið hvørjum stovnin tey ganga á.

Tosa verður um, at tað mangla námsfrøðingar, og at torført er at loysa námsfrøðiligu uppgávurnar. Loysin er, at geva námsfrøðingunum møguleika at arbeiða námsfrøðiligt, við at geva teimum tíð til at fyrireika og eftirmeta virksemið. Hetta hevði verið eitt stórt stig á leiðini, og hevði víst , at TK  veruliga ynskir námsfrøðiligan fakligan førleika, og hetta hevði kunna  vera við til at fáa nógvar av teimum námsfrøðingum, sum eru rýmdir heilt av økinum, at koma aftur á starvsøkið.

Eitt er stóri mangulin av námsfrøðingum ella starvsfólkum við royndum á økinum. Men stóra útskiftingin hvørt ár, krevur nógv av verandi námsfrøðiligu starvsfólkum.Tað krevur nógva orku, at allatíðina skulu upplæra nýggj starvsfólk. Flestu kenna ikki til hvat uppgávan á dagstovnaøkinum krevur av einum starvsfólkið, og tí liggur ein stór ábyrgd á einstaka námsfrøðinginum at vegleiða og læra frá sær.

Økið er nú slitið inn á bein!  Tað sker hóast meirilutin sigur seg hava játtað millónir til økið seinasta árið. Milliónirnar eru ikki komnar børnunum og starvfólkunum at frama, men heldur farnar til at teppa okkurt hol longri uppi í skipanini. Avloysarar eru ikki til at fáa fatur á orsaka av sparingum, ella er tað tí at stórur mangul er á starvsfólkum, sum vilja arbeiða innan økið. Støðan er slítandi, og arbeiðsgleðin og trivnaðurin er í stórum vanda. Samstundis, sum støðan, er sum hon er á dagstovnaøkinum, skrivar borgarstjórin grein, har hon fegnast um íløgur fyri ein milliard og eina skuldarfríða kommunu.

Allir flokkar bera ábyrgd fyri, at støðan er, sum hon er í dag. Allir hava sitið við ábyrgd seinastu 18 árini og hava ikki lurta eftir, tá vit í loysa kjarnuuppgávuna hava sagt frá. Tí bera allir flokkar ábygdina av, at tey komandi 4 árini skal dagstovnaøkið upp á eitt støði, sum er virðiligt fyri starvsfólk, foreldur og ikki minst okkara børn. Tí økið er ein íløga í framtíðina og ikki ein annar postur á rakstarsíðuni!

 Elin N W Tausen, álitisfólk

Alma á Lava, álitisfólk

Edda Hjartvarsdóttir, álitisfólk

Tóra Hjørleifsdóttir, álitisfólk

Ingerð Andreasen, álitisfólk

Joan Johansen, álitsfólk 

Emly Djurhuus, álitisfólk

Maria Sørensen, álitisfólk

Birgith Thomsen, álitisfólk

Rannvá E. Konggaard, álitisfólk

Joan Egholm, álitisfólk