Sleppið børnunum leysum

Børn skulu duga at ganga í náttúruni. Tey skulu menna motorikkin og sínar sansir. Eisini skulu tey kenna sítt nærumhvørvi og vera natúrligur partur av bygdarlívinum, halda tey á dagstovninum Kura og frítíðarskúlanum við Botnánna í Kollafirði.

Ert tú námsfrøðingur, sum dámar best at vera innandura, so er tað neyvan í Kollafirði, tú skalt starvast.

Á dagstovninum Kura og frítíðarskúlanum við Botnánna arbeiða tey tilvitað við at geva børnunum eitt gott samband við náttúruna og bygdina. Gjøgnum hesi bæði fáa børnini eisini samband við seg sjálvi.

Malan Stórá er námsfrøðingur í vøggustovuni, Birna Mikkelsen og Emly Djurhuus eru námsfrøðingar í barnagarðinum, og Mary Joy Thomsen starvast sum námsfrøðingur í frítíðarskúlanum. Allir stovnarnir virka undir somu leiðslu.

Heilt frá vøggustovu til frítíðarskúla arbeiða námsfrøðingarnir í Kollafirði málrættað við sansum og motorikki hjá børnunum.

Tey eru úti hvønn tann einasta dag. Einasta undantakið er, tá tað er himmalsins ódnarveður, men tað er so at siga altíð veður at fara út, siga teir fýra námsfrøðingarnir.

Natúrligur garður

Vøggustovubørnini brúka sama garð sum barnagarðsbørnini. Eyðkennið fyri garðin er, at hann er natúrligur, lagar seg eftir lendinum og trinini, sum børnini skulu ganga, eru ikki gjørd við linjál.

Garðurin er tað umhvørvið, sum var áðrenn dagstovnurin varð bygdur. Ein á rennur gjøgnum garðin, og har er bøur, brekkur, steinar, sandur o.a. Tó eru eitt klintristativ, ein skeiðibani og tvey spælihús sett inn á økið.

-Har eg havi arbeitt fyrr, var bara asfalt og gjørd klintristativ. Í trappunum var líka langt millum hvørt trinið. Tá fært tú ikki avbjóðingina sum her í Kura, har alt ikki er so snórabeint, sigur Malan.

Natúrligi garðurin ger, at børnini mennast væl motoriskt. Í fyrstuni klára nógv børn ikki at ganga upp gjøgnum brekkuna til klintristativið, og tey noyðast at hava eina hond hvørja ferð.

-Men eftir stutta tíð megna tey tað, og tey klára at klintra. Tey mennast sera væl í einum sovorðnum garði samanborið við, um tú bara gongur eftir sløttum, sigur Malan.

Tú kanst bróta armin

Í barnagarðinum gera tey nógvar túrar í umhvørvinum rundan um Kollafjørð – niðan í hagan, framvið ánni, í ánni, í viðarlundini, oman í fjøruna o.s.fr. Hetta er ikki bara fyri at geva børnum fríska luft. Túrarnir hava nógv meira tilvitað endamál um motorikk og sansir. Tað kann eitt nú vera at sleppa yvir um eina á, klintra upp á ein stóran stein og ganga oman gjøgnum eina brekku.

-Børnini skulu sleppa at klintra, royna javnvág og læra, hvar markið gongur, sigur Birna.

Tá børn klintra og ganga í ánni er sjálvandi vandi fyri at detta. Men á stovnunum í Kollafirði hava tey tann hugburðin, at tú mást sleppa at royna fyri at læra teg. Learning by doing. Og ja, tú skalt kunna risikera at bróta armin ella detta á sjógv.

-Vit mugu sleppa børnunum leys. Tað er ikki so vandamikið at bróta armin. Sum ein mamma segði, at børn sum sleppa at royna seg og fáa blá merkir, fáa sjáldan stóran skaða, meðan tey sum ikki sleppa at royna seg, eru ofta tey, sum bróta armin ella beinið. Tey eru í ferð við at læra sínar egnu avmarkingar, sigur Emly.

Kunning við grundgeving

Námsfrøðingarnir gera nógv burturúr at greiða foreldrunum frá, hvat endamálið er við ymsu túrunum og á tann hátt gera tey tilvitað um týdningin av at stimbra motorikk og sansir. Her er eitt dømi um kunning til foreldrini eftir ein hagatúr: 

”Í dag hava vit verið túr Frammi í Botni. Har fæst sansastimbran til allan kroppin. Vit leypa stein av steini yvir um ánna. Vit finna javnvágina og merkja um steinurin er hálur ella turrur at stíga á. Vit rulla ella aka niður av heygginum og styrkja sansirnar. Sansamotorisk stimbran fæst heilt ókeypis úti í náttúruni, alt meðan vit hava tað gott og stuttligt.”

Børn í dag sita ov nógv framman fyri einum skermi og fáa ov fáar kropsligar og motoriskar avbjóðingar, siga námsfrøðingarnir í Kollafirði.

-Tað er umráðandi at tað grovmotoriska er í lagi, tá barnið fer í skúla. Annars klárar barnið verri at savna seg og megna hetta fínmotoriska at halda í býantinum, tá tað skal skriva. Tað grovmotoriska má vera í lagi, áðrenn tað fínmotoriska kemur, greiðir Birna frá.

Kavi og berar bibbir

Og so eru tað sansirnir. Í Kollafirði læra børnini at merkja eftir, hvat sansirnir siga teimum.

-Vit taka ov ofta ræðið á børnunum. Vit fortelja teimum, nær tey skulu á vesið, nær tey eru svong, nær tey eru køld, nær tey eru heit, og nær tey eru móð, sigur Emly.

-Børnini skulu læra sjálvi at føla, at tey eru køld, heit, vát o.s.fr. Tað psykomotoriska. Um tú letur barnið í eina rúgvu av klæðum, hvussu kann tað so læra sansirnar hjá sær at kenna, sigur Mary Joy.

Tískil sleppa børnini í Kollafirði út í garðin í berum bibbum og t-shirt, hóast tað júst hevur kavað. Bara fyri at merkja, hvussu ordiligur kuldi følist. Sjávandi verður ansað eftir teimum. Flestu børnini koma inn aftur beinanvegin, tí tey merkja kuldan. Tey, sum so ikki sjálvi koma inn eftir eina løtu, verða so biðin um at koma inn at lata seg í.

Við at læra at lurta eftir sær sjálvum og sínum sansum, læra børnini seg sjálvi at kenna bæði kropsliga, sálarliga og sosialt, greiða námsfrøðingarnir frá.

Detta á sjógv

Børnini í frítíðarskúlanum hava rættiliga stórt frælsi at ganga í økinum við frítíðarskúlan.

-Børnini sleppa altíð avstað. Vit geva teimum álit, og tey skulu bara siga okkum frá. Tey elska at hava hetta frælsið, og tey fara ikki so langt burtur, sigur Mary Joy. Tey kunnu eisini fara niðan á vøllin, til skúlagarðin og ánna, men tá skulu tey spyrja tey vaksnu um loyvi.

Niðri við sjóvarmálan er eisini høgt til loftið og vítt til veggja.

Tá børnini fara oman á keiina við dagstovninum og frítíðarskúlanum, eru tey ikki í bjargingarvestum. Tað er trupult at spæla í bjargingarvestunum, og dettur onkur á sjógv, ja so verða tey tikin upp aftur. Børnini skulu læra at ansa sær niðri við sjógvin, og tey skulu læra, hvar mørkini ganga

-Tað er sera vandamikið at fara út á brúnna einsamallur, detta á sjógv og ikki duga at svimja. Men tað er ikki vandamikið at fara við barnagarðinum oman í bátahylin ella detta á sjógv av brúnni. Tí vit eru har at taka tey uppaftur, greiðir Emly frá.

Børnini á stovnunum í Kollafirði læra tíðliga at svimja. Tey eru fastir gestir í svimjihøllini á skúlanum.

Sambandið við bygdina

Eins væl og børnini kenna hagan og fjøruna, eins týdningarmikið er tað at kenna bygdalívið og fólkini, sum búgva har. Somuleiðis er umráðandi, at bygdarfólkið kennir børnini.

Túrarnir hjá børnunum gjøgnum bygdina eru eitt slag av dannilsisferð. Børnini skulu læra at heilsa uppá og práta við fólk í bygdini – menninar niðri á keiini, pensjónistin á vegnum, kommunumenninar o.s.fr.

-Børnini skulu læra, hvussu tey bera seg at í samfelagnum, finna sín egna samleika í bygdini og um almenna vitan á barnastigi, greiðir Birna frá.

Børnini eru eisini við, tá bóndurnir fletta í bygdini, og tá skúlin hevur føroyskan dans, sleppa barnagarðsbørnini eisini at dansa við. Eisini sleppa tey at brúka svimjuhøll, bókasavn, ítróttarhøll og garðin á skúlanum. Á tann hátt eru børnini púra trygg við skúlan, tá tey byrja í fyrsta flokki.

Riggar eisini í Havn

Námsfrøðingarnir ásanna, at tað kann vera ein munur á náttúruni í frælsa umhvørvinum í Kollafirði og so at vera ein dagstovnur mitt í Havn við nógvari ferðslu rundanum. Men tað snýr seg eisini um at síggja møguleikarnar í nærumhvørvinum.

Tú kanst fara í Grasagarð, Viðarlundina, kirkjugarðin, oman í Vágsbotn at práta við útróðrarmenninar, heilsa upp á frisørin hinumegin vegin og taka bussin út í Havnardal, til Hvítanesar ella Boðanes. Møguleikarnir eru óteljandi. Tað snýr seg bara um at fáa eyga á teir og brúka teir, halda námsfrøðingarnir í Kollafirði.

Føroysk námsfrøði

Áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum var í oktober á vitjan á dagstovnunum í Kollafirði, har starvsfólkini greiddu frá virðum og námsfrøði, sum tey arbeiða eftir. Eftir framløguna var orðaskifti millum luttakararnar um hetta, at brúka náttúruna og nærumhvørvið í gerandisdegnum á dagstovnunum.

Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er í ferð við at útgreina, hvat eyðkennir námsfrøðina á dagstovnum her á landi. Endamálið er at gera námsfrøðina sjónliga – bæði fyri námsfrøðingum sjálvum og í samfelagnum. Bólkurin skal byrta upp undir samrøður og kjak um dagstovnanámsfrøði umframt at kveikja áhuga og menna vitanina um hetta evnið.

Fundurin í Kollafirði var annar fundurin í røðini hjá áhugabólkinum. Tann fyrsti var í Kvívík fyrr í ár.

Allir limir í Føroya Pedagogfelag, eisini hvílandi limir, kunnu gerast partur av áhugabólkinum. Tilmelding kann gerast við at senda teldupost til dagstovnanamsfrodi@gmail.com