Søgan endurtekur seg.

Tey ungu, sum seinastu 2 árini hava verið á eftirskúla í Rásini, fingu leygardagin prógv fyri tíðina har.

Nú tey eru blivin væl brynjaði, at taka næsta stig út í lívið, dumpa samfelagsligu skipanirnar, sum skulu taka ímóti teimum. Flestu teirra hava ikki fingið bjóðað nakað búðstaðartilboð, og tí er vandi fyri at tann fakliga- og ikki minst persónliga menningin tey hava fingið hesi seinastu árini, kann fáa eitt skot fyri bógvin. Hetta er tíverri ikki fyrstuferð at hendan støðan stingur seg upp. Tey eru slept upp á fjall.

Áðrenn og aftaná at Løgtingið er farið í summarfrí, sendi Pedagogfelagið áheitan á Løgtingið um at samtykkja Vælferðarlógina, sum m.a. skal tryggja øllum javnvirðilig kor. Tað er ikki í lagið, at eitt vælferðarsamfelag í 2019 ikki kann lofta hesum!

Løgtingsval er fráboðað 31. august 2019.

Vit ynskja, at politikararnir hugsa um okkara arbeiðsøki.

Vit hava eitt sjálvsagt ynski um, at flokkarnir lova at samtykkja Vælferðarlógina, ið liggur klár í Løgtinginum – tað má verða ein vilji at tryggja øllum javnvirðilig kor!?

Løgtingval2019 #pedagogfelagið #gottbarnalív #vælferðarlóg