Juni og juli eru nakrir av mánunum við nógvum starvslýsingum. Felagsnevnarin fyri flestu størvini er, eftir gjøgnumgongd av lýsingum eftir námsfrøðiligum starvsfólkum, bæði til dagstovnaøkið og fólkaskúlan, at talan er um parttíðarstørv – vanliga umleið 30 tímar um vikuna, ella eina 75% starvssetan.
Hetta merkir fyri einstaklingin, at inntøkan er 25% verri enn um viðkomandi arbeiddi fulla tíð – eisini eftirløn.
At arbeiðsgevarin kann liva við, bert at seta fólk í 75% størv er tó ein gáta, nú starvsfólkatrot er nærum allastaðni, og tænastustøðið á stovnunum verður lækkað av tí sama.
Eitt er, at samfelagið brúkar nógvan pening at útbúgva fólk – men, eftirfylgjandi verður arbeiðsorkan hjá teimum ikki brúkt. Tí arbeiðsgevarin megnar ikki at skipa ein gerandisdag ella arbeiðsdag á ein slíkan hátt, at fólk kunnu arbeiða fulla tíð, kanska tí arbeiðsumstøðurnar eru ov vánaligar, ella tí arbeiðsuppgávurnar verða lagdar soleiðis, at til ber ikki at hava fulltíðarstarv, og her eru faklig atlit ikki tikin. Námsfrøðiliga eru fyrimunir við at seta fólk við fullum brøki.
Starvsfólkatrot er, men spurningurin er um starvsfólkatrotið eigur at verða so stórt, sum tað í dag er.
Um arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsdagurin vórðu skipað øðrvísi, er sannlíkt at fleiri høvdu ynskt og fingið arbeitt ein hægri arbeiðsbrøk. Harvið minkar tørvurin á starvsfólkum og harvið minkar starvsfólkatrotið.
Fyri framtíðina hevði hetta eisini merkt, at fleiri høvdu betri eftirlønarviðurskiftir, enn tey undir verðandi umstøðum fara at hava.
Gerið arbeiðsumstøðurnar betri, hækkið setanarbrotið, minkið um starvsfólkatrotið.
Dagstovnaráðið og tilmælini ið KAF og Pedagogfelagið í felag gjørdu, er eitt gott mið til uppskot, tá arbeiðsumstøðurnar skulu bøtast uppá.