Stovnsleiðarin: Ættarliðið hjá Hannebeth alstóran týdning

Sanna á Løgmansbø, leiðari á dagstovninum Birkilund, heldur tað hava stóran týdning fyri stovnin og pedagogikkin at hava tilkomin starvsfólk sum Hannebeth í hópinum. Tað teoretiska má ongantíð sleppa at skugga fyri tí menniskjaligu nærveruni á stovnunum, sigur hon.
Ingolf S. Olsen – PRESS

– Tað er gull vert fyri ein stovn at hava starvsfólk sum Hannebeth Dam, eisini sjálvt um tey onga formliga útbúgving hava. Hannebeth hevur verið her, áðrenn nakar pedagogur setti fótin inn um dyrnar, og eg haldi, tað er so ógvuliga týdningarmikið, at vit kenna og síggja tað søguliga perspektivið – hvaðani eru vit komin, og hvussu eru vit komin higar, sum vit eru í dag. Tað kemur ikki av sær sjálvum, og at møta fólki, sum hava verið ein partur av hesum so leingi, tað haldi eg er øgiliga stuttligt og spennandi.

Tað sigur Sanna á Løgmansbø, leiðari í Birkilund, nú Hannebeth Dam gevst á vøggustovuni á stovninum eftir 52 ára trúgva tænastu.

Les eisini: Hannebeth á eftirløn eftir 52 ár.

Ommuleikluturin

Fleiri av starvsfólkunum í Birkilund hava verið á stovninum í nógv harrans ár, men tað merkir samstundis, at fleiri teirra fara við stuttum millumbilum. Tað harmar leiðaran, tí tað er gott fyri ein stovn, at hava starvsfólk í øllum aldursbólkum. Og fyri børnini er tað eisini gott, um onkur er, sum fær ein ommu- ella abbaleiklut.

– Tá normeringarnar vóru av tí ringasta í Danmark fyri nakað síðani, royndi man at fáa ommur og abbar at koma inn at avlasta á dagstovnunum. Tað var ikki serliga væl skipað, og átakið fekk ógvuliga nógvar og hvassar atfinningar. Men eg haldi als ikki, at tað hugskotið í grundini er vánaligt, um tað verður gjørt rætt. Tí eg haldi, at tað er so ræðuliga nógv at vinna í at hava fjølbroytni í einum starvsfólkahópi og í mátanum, tað verður hugsað upp á á einum stovni. Fakligheitin skal sjálvandi vera upp á pláss, men hitt er eisini týdningarmikið, sigur Sanna á Løgmansbø.

Pedagogikkur og kærleiki

Hon heldur, at tað í einum heimi, sum hevur verið ígjøgnum umfatandi rembingar seinastu 50 árini, ikki minni tá tað um pedagogikk og barnauppdragilsi ræður, hevur týdning at kunna spegla sær í einum, sum hevur verið við í allari gongdini, og sum ikki neyðturviliga byrjaði ferðina bara við einari fakligari útbúgving í viðførinum, men var drivin av onkrum øðrum – hjá Hannebeth var tað kærleikin til børnini, sum var drívmegin.

– Tað hevur jú verið nógv frammi um professionellan kærleika seinastu árini. Tað kann tó eisini blíva so professionelt, at talan verður um frástøðu. Men vit koma ikki rundan um, at hetta – pedagogikkur – snýr seg um menniskju, um relasjónir, umsorgan og nærleika.

– Okkara kærleiki fer ongantíð at kunna samanberast við mátan, sum foreldur elska síni børn. Tað er heldur ikki tað, sum er meiningin. Men menniskjanslig umsorgan og menniskjansligur kærleiki, tað skal vera ein partur av tí. Hitt blívur ópersónligt og kalt upp á onkran máta, sigur Sanna á Løgmansbø.

Hon heldur, at vitanin um børn er vorðin so ógvuliga stór, og professionaliseringin á dagstovnunum er vorðin so umfatandi, at tað kanska onkuntíð fer ov langt.

Broyttur hugburður

Tað er ein gongd, sum eisini hevur broytt hugburðin hjá foreldrunum, heldur hon.

– Vit hava skapað eitt samfelag, har vit hava sagt foreldrunum, at ekspertvitanin um børnini í veruleikanum liggur hjá okkum. Afturfyri vænta foreldrini, at tað er okkara fremsta uppgáva at servisera tey. Tað er okkara egna skyld, men inni her havi eg roynt at víst á, at tað altíð eru foreldrini, sum kenna síni børn best.

– Vit kenna tey upp á ein annan máta út frá nøkrum fakligum perspektivum, men vit mugu ongantíð undirmeta ta vitanina, sum foreldur hava. Og so haldi eg eisini, at man skal vera eyðmjúkur fyri tí, sum fólk sita við úti í samfelagnum.

– Skorið inn á bein er tað ein tænasta, vit veita foreldrunum, meðan tey eru til arbeiðis. Men vit kunnu ongantíð koma í teirra stað, sjálvt um tendensurin kanska hevur verið, at barnauppalingin er vorðin professionaliserað. Men tað er ein munur á barnauppaling og tí reint fakligu vitanini um, hvussu eitt barn mennist og blívur til eitt menniskja her í heiminum.

– Tíbetur haldi eg, at tað spakuliga verður farið hin vegin aftur, har man sigur, at tað eru tit foreldur, sum eiga børnini, tað eru tit, sum vita best. Vit hava so eisini eina vitan, sum vit hava her á staðnum, og sum vit brúka í okkara professionella virki, sigur Sanna á Løgmansbø.

Les eisini: Hannebeth á eftirløn eftir 52 ár.


– Tað er gull vert fyri ein stovn at hava starvsfólk sum Hannebeth Dam, eisini sjálvt um tey onga formliga útbúgving hava. Hannebeth hevur verið her, áðrenn nakar pedagogur setti fótin inn um dyrnar, og eg haldi, tað er so ógvuliga týdningarmikið, at vit kenna og síggja tað søguliga perspektivið, sigur Sanna á Løgmansbø, stovnsleiðari á Birkilund


Sanna á Løgmansbø, stovnsleiðari, og Hannebeth Dam, uttanfyri Birkilund 30. juni, sum var seinasti vanligi arbeiðsdagurin hjá Hannebeth