Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur: Trupult at viðgera eym mál í Føroyum

Vit liva í einum lítlum samfelag, har tað er eyka trupult at taka eym viðurskifti upp. Tí verða onkuntíð konsulentar boðsendir at koma á arbeiðsplássini í staðin fyri at taka einstøk viðurskifti upp við starvsfólk og leiðslu. Tað segði Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, millum annað í sínum fyrilestri um sálarligt arbeiðsumhvørvi

Ingolf S. Olsen – PRESS
og Birita Hammer Jacobsen, umsitingarleiðari hjá Føroya Pedagogfelag
– Grein úr Pedagogblaðnum.

Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum, helt annan fyrilesturin á evnisdegnum hjá Námsfrøðingarráðnum um sálarligt arbeiðsumhvørvi í Løkshøll í Runavík.

Áðrenn tað hevði hon við áhuga lurtað eftir fyrilestrinum hjá Suna Poulsen, og hóast hon legði dent á, at hon hevði tann stjórnmálafrøðiliga og leiðslufrøðiliga hattin á høvdinum, so vísti eisini hennara umfatandi tilfar, at tað sálarliga arbeiðsumhvørvið helst ongantíð hevur verið verri enn tað sama.

Súsanna Olsen gjørdi tó vart við, at lítið er til av hagfrøðiligum tilfari um sálarligt arbeiðsumhvørvi í Føroyum, men har er ein nýggj kanning á veg.

Í staðin vísti hon á donsk tøl og eina kanning av sálarligum arbeiðsumhvørvi og strongd, sum danska akademikarafelagið Akademikerne gjørdi í 2018.

Í endanum á fyrilestrinum aktiveraði Súsanna Olsen námsfrøðingarnar á evnisdegnum við at geva teimum nakrar uppgávur, sum høvdu við sálarligt arbeiðsumhvørvi at gera.

Tað versnar

62 prosent av leiðarunum, sum vóru við í kanningini hjá Akademikerne, sóu eina størri avbjóðing í at handfara trupulleikar við tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum enn tí fysiska.

Tað sampakkar væl við tað, sum danska arbeiðseftirlitið, Arbejdstilsynet, sigur í eini allýsing: “Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið snýr seg um sálarlig-sosial viðurskifti á arbeiðsplássinum, sum í samspæli við tann einstaka kann ávirka bæði ta sálarligu og ta kropsligu heilsustøðuna – jaliga eins væl og neiliga.”

Og um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið á donsku dagstovnunum sigur danska Arbejdstilsynet stutt soleiðis: “Stór arbeiðsbyrða og tíðarneyð, stór kenslulig krøv afturat harðskapi og hóttanum eru trý fokusøki, sum Arbejdstilsynet millum annað hevur undir luppinum, tá vit eru á eftirlitsvitjan á serstovnum og dagstovnum.”

Onnur kós enn Heimsmálini

Súsanna Olsen vísti á, at hetta er støðan, samstundis sum tey 17 Heimsmálini hjá ST um burðardygga menning fylla nógv í almenna kjakinum. Gongdin er serliga í andsøgn við Heimsmál nummar 3 , sum hevur yvirskriftina “Góð heilsa og vælvera”, og har undirpunktið 3.4 ljóðar soleiðis:

“Fyri 2030 skal deyðatalið, har fólk doyggja tíðliga sum fylgja av ikki smittandi sjúkum, skerjast við einum triðingi við fyribyrging og viðgerð, og virkað verður fyri sálarheilsu og vælveru (okkara herðing, blðm.).”

Umframt tann høga menniskjaliga kostnaðin, sum eitt vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur við sær, so er talan eisini um ein sera høgan kostnað í pengum. Vit vita ikki, hvat tað kostar í Føroyum, men í Danmark verður mett, at vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvið kostar landinum nógvar milliardir krónur um árið.

Síggja avleiðingarnar

Sjálvt um teir fysisku karmarnir fylla nógv, so fyllir tað sálarliga arbeiðsumhvørvið uppaftur meira á arbeiðsplássunum í dag, greiddi Súsanna Olsen frá.

Hon endurgav Jacob Eli S. Olsen, formann í Føroya Lærarafelag, sum hevur ávarað um gongdina í skúlunum við millum annað hesum orðum:

“Vit síggja avleiðingarnar av ótryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi, tá limir í Lærarafelagnum leggjast fyri, men vit vita lítið um umstøðurnar annars. Soleiðis er støðan á nógvum arbeiðsplássum í Føroyum, og vit hava fáar og avmarkaðar skipanir at stuðla sálarliga arbeiðsumhvørvið. Sálarliga arbeiðsumhvørvið er ov illa skipað, og tað eiga vit at bøta um. Um lærararin skal gagna børnunum, so má hann hava eitt persónligt yvirskot at geva av hvønn einasta undirvísingartíma, tí hevur arbeiðið fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlunum so nógv at siga, ikki bara fyri læraran, men eisini fyri næmingarnar.”

Súsanna Olsen vísti á, at um hugtøkini Lærarfelagið, lærari og skúli blivu býtt um við ávikavist Pedagogfelagið, námsfrøðingur og dagstovnur, so passar útsøgnin hjá lærarafelagsformanninum akkurát líka væl til dagstovnaøkið.

Nýggj útbúgving

Súsanna Olsen endurgav eisini danska vinnulívssálarfrøðingin Helen Eriksen, sum síðst í oktober hevði fyrilestur um sálarligt arbeiðsumhvørvi í Norðurlandahúsinum.

Fyrilesturin var partur av ráðstevnuni “Hond í ond”, sum Heilsuhjálparafelag Føroya skipaði fyri. Helen Eriksen legði millum annað stóran dent á, at menniskju ikki eru maskinur, men at trivnaður hinvegin hevur stóran týdning í dag, og hetta setur heilt øðrvísi krøv til arbeiðspláss og leiðslu samanborið við fyrr.

Í kjalarvørrinum á broytingini, sum hendir á arbeiðsmarknaðinum, er ein spildurnýggj leiðsluútbúgving fyri almennar leiðarar sett á stovn í Danmark í ár, greiddi Súsanna Olsen frá. Útbúgvingin skal millum annað læra leiðaran at menna eitt felags mál á sínum arbeiðsplássi, sum skal gera tað lættari at tosa um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, og virka við støðið í tí í øllum bygnaðinum. Eisini skal nýggja útbúgvingin geva førleikar at menna og styrkja tað sálarliga arbeiðsumhvørvið og fyribyrgja, at tað kemur í vanda.

Eyka trupult í Føroyum

Hóast vit hava leiðsluútbúgvingar í Føroyum er ongin, sum setur ljóskastarin so ítøkiliga á sálarliga arbeiðsumhvørvið, men Súsanna Olsen vísti á, at okkara trupulleikar við sálarligum arbeiðsumhvørvi als ikki eru lættari at handfara og loysa, bara tí vit eru eitt so lítið samfelag – tvørturímóti.

– Vit búgva í einum lítlum samfelag, sum ger tað eyka trupult at taka viðurskifti upp. Tí verða konsulentar oftani boðsendir í staðin, heldur enn at einstøk viðurskifti verða tikin upp við starvsfólk og leiðslu, segði hon

Súsanna Olsen segði, at tað telist millum tær stóru avbjóðingarnar  á dagstovnaøkinum bæði her heima og uttanlands, at ferðin á arbeiðinum ofta er alt ov stór, tað er trupult at fáa tíð til steðgir, og tað er trupult at útinna arbeiðið soleiðis, at starvsfólkini eisini eru nøgd við dygdina í tí, tey gera.

– Fyri at sálarliga arbeiðsumhvørvið skal vera nøktandi, er tað umráðandi, at alt hetta er í lagi. Men karmarnir at útinna arbeiðið í verða støðugt trengri, og tá enda fólk við at at verða strongd, staðfesti hon.

Borgarin verðu raktur

Hon reksaði síðan eina rúgvu av átøkum og mannagogndum upp, sum kunnu betra um støðuna á føroysku stovnunum (sí kassar, har fleiri av ráðunum, sum hon vísti við ljósmyndum á evnisdegnum, eru prentað).

Vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi rakar í seinasta enda altíð brúkaran, sum so ella so merkir tann vánaliga trivnaðin millum starvsfólkini.

Súsanna Olsen legði dent á týdningin av, at starvsfólk fáa eftirútbúgving, supervisjón  og fakliga sparring og refleksjón.

Grátandi til arbeiðis

Eisini í Føroyum eru rættiligar ræðusøgur um mistrivnað vegna vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi, visti Súsanna Olsen at siga frá

– Gev starvsfólkum ógreiðar uppgávur, so fært tú trygd fyri misstrivnað. Tað eru dømi um starvsfólk, sum eru so illa fyri, at tá tey nærkast arbeiðinum, fara tey at ristast, og tey gráta, áðrenn tey koma koma inn á arbeiðsplássið, greiddi hon frá.

Ov høgar ambisjónir bæði hjá starvsfólki og leiðslu kunnu eisini elva til eitt sjúkt og skaðandi arbeiðsumhvørvi, og eisini hetta fyribrigdið hava serfrøðingar kannað og skrivað um.

Tað kann vera nóg gott

Súsanna Olsen umrøddi millum annað bretska barnalæknan og sálargreinaran Donald Winnicott, sála. Hann er eitt nú kendur fyri at hava skapt hugtakið og námsfrøðiligu læruna um “ta nóg góðu mammuna” ella “tað nóg góða foreldrið”. Grundhugsanin hjá Donald Winnicott um ta nóg góðu mammuna er, at gaman í er hon ikki fullkomin, men hon er nóg góð til sítt barn.

Súsanna Olsen helt, at soleiðis ber eisini væl til at hugsa um eitt sálarligt arbeiðsumhvørvi.

– Tað nýtist ikki vera fullkomið, men eitt gott og fjálgt stað at vera, og har tú veitst, hvar tú hevur fólk, segði hon.

Ábyrgdin á gólvinum

Tað er eisini týdningarmikið, at starvsfólk sjálv siga frá og mótmæla, tá vandatekin vísa seg í tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Súsanna Olsen nevndi í tí sambandinum Morten Melby, danskur vinnubúskaparfrøðingur og sálarfrøðingur, sum við ráðgevarafyritøkuni Feed-Work, ið hann rekur saman við øðrum,  hevur ment eitt konsept at røkka sálarligum tryggleika á arbeiðsplássinum.

Hann hevur í einari fakligari grein í netmiðlinum “Væksthus for ledelse” sett fimm mýtur upp um, hvat sálarligur tryggleiki er – og avsannar tær síðan. Hann staðfestir millum annað, at sálarligur tryggleiki ikki er eitt mál í sjálvum sær, og heldur ikki snýr seg um bara at vera fittur. Morten Melby ger eisini greitt, at tað ikki er leiðslan einsamøll, sum eigur ábyrgdina, um sálarligur tryggleiki ikki er á arbeiðsplássinum, men at tað er eitt sínámillum samspæl ímillum leiðslu og starvsfólk, sum skal tryggja, at sálarliga arbeiðsumhvørvið er í lagi.

Týðandi sosialur kapitalur

Tann sonevndi sosiali kapitalurin – sum í stuttum lýsir góðskuna á samskifti, sambandi og samstarvi ímillum starvsfólk og leiðslu á einum arbeiðsplássi (sí eisini mynd) – hevur týdning, tá ábyrgd fyri sosialum arbeiðsumhvørvi eisini verður løgd á starvsfólkini.

Tann sosiali kapitalurin kann eisini, eins og allur annar kapitalur, setast á bók, so hvørt tað rennur inn, og vaksa í virði.

– Tað er altíð týdningarmikið at kunna siga tær góðu søgurnar, men um tað er pláss fyri at tosa um tær, so er eisini lættari at taka truplar støður upp. Um ein hevur tað rúmið og er fyltur upp við sosialum kapitali, so kann ein gott taka eitt sindur út aftur viðhvørt. Tí er tað í lagi ikki at vera ok viðhvørt, um bara tann sosiala kapitalurin er til staðar, segði Súsanna Olsen.

Neiligar fylgjur av NPM

Gjøgnum tíðirnar eru nógv ástøði ment at royna at finna besta mátan at skrúva eitt arbeiðspláss saman. Eitt ástøði, sum bleiv serliga nógv brúkt sum ítøkiligt leiðsluamboð tey seinastu 20-30 árini av farnu øld, er New Public Management, NPM – nýggj almenn leiðsla á føroyskum.

Ástøðið er umfatandi og torskilt, men snýr seg í stuttum um at effektivisera allar arbeiðsgongdir og øll arbeiðspláss við alla tíðina at máta avrikini hjá tí einstaka í mun til krøv og mál, sum allatíðina verða endurnýggjað.

Hóast tey flestu, ið vóru við til at uppfinna NPM, langt síðan hava viðurkent, at tað eru lýti við NPM, so er hesin leiðsluhátturin ikki lagdur í grøvina allastaðni enn.

Men Súsanna Olsen var ikki í iva, tá hon útnevndi júst NPM sum ein syndara, tá hugsað verður um støðuna á nógvum almennum arbeiðsplássum í dag.

– Ein orsøk til vánaliga arbeiðsumhvørvið er New Public Management við sínum áhaldandi dokumentasjónskrøvum. Vælferðarstaturin kostaði ov nógv, so tí skuldi okkurt nýtt roynast í almenna geiranum. Tey, sum hálovaðu NPM hava tó seinni biðið um umbering. Onki er galið við at dokumentera, og tað skal eisini til, men um ov nógv verður gjørt av, kann tað ávirka trivnaðin á arbeiðsplássinum, segði Súsanna Olsen.

– Tað nýggja er so New Public Governance, har tað verðu bakkað aftur, so starvsfólk kunnu fáa arbeiðsgleðina aftur – og fáa frælsi í sítt arbeiði og ávirkan á tað, segði hon.

Bólkaarbeiði og kjak

Súsanna Olsen setti eisini námsfrøðingarnar á evnisdegnum í sving við bólkaarbeiði, har nógv av øllum tí teoretiska um gott ella ringt sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum hon hevði hugleitt um, skuldi roynast av.

Hon endaði eisini við at geva luttakarunum høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Ein viðmerking var um at melda seg sjúkan, tá starvsfólk hava trupulleikar við sálarliga umhvørvinum á arbeiðinum. Tá kann henda, at onkur møtir teimum í býnum, ella á øðrum almennum støðum, og tað kann so elva til misnøgd á arbeiðsplássinum, tí tey sum eru har hava havt meira at gera orsakað av sjúkrameldingini.

Súsanna Olsen viðurkendi, at hugsanin helst ofta er, at um eitt starvsfólk kann fara á kafé seinnapart, so hevði tað eisini kunnað møtt til arbeiðis fyrrapart. Hetta kann so elva til misnøgd, sleyg og slatur og seta tann, sum hevði sjúkrameldað seg, í eina keðiliga støðu.

Ein tignarlig avbjóðing

Aftur her vísti hon á stóra týdningin, sum tað hevur, um tann sosiali kapitalurin á einum arbeiðsplássi er stórur, og at leiðslan dugir at fasilitera, sum í stuttum merkir at gera tað so arbeiðsligt sum gjørligt hjá starvsfólkinum – at skapa røttu umstøðurnar fyri samskifti og samstarvi.

Tað kann vera eitt sindur torgreitt at greiða frá, hvat sosialur kapitalur er. Súsanna Olsen brúkti millum annað hesa myndina at lýsa hugtakið
Kelda: Framløga hjá Súsonnu Olsen, Løkshøll 5. november 2022

– Tann mest tignarliga avbjóðingin hjá leiðarum í dag er fasilitering. Um ein leiðari sleppur tí, so verður galið. Smáar søgur, kunnu vaksa seg til stórar søgur. Tað er týdningarmikið, at starvsfólk vita, hvussu ein ger, um ein gerst sjúkur. Ein leiðari hevur ábyrgd fyri at greiða frá slíkum mannagongdum við jøvnum millumbilum, segði hon.

Sjálvt um sálarliga arbeiðsumhvørvið á einum arbeiðsplássi er so mikið gott, at tað saktans rúmar, at starvsfólk gera vart við viðurskifti, ið kortini ikki eru í lagi, so ásannaði Súsanna Olsen, at tað ikki altíð er so lætt at vera tann fyrsti, ið ger tað – “the first mover”, sum tey siga á enskum.

– Tað er torført at verða “first mover”, men tað er sera týdningarmikið, at tey siga frá, legði hon tó dent á.