Hvussu mann definerar “tað góða barnalívið” er ymiskt frá persóni til persón, tí tað m.a. er tengt at samfelagnum, vit liva í, og teimum uppvakstrarkorunum, vit hava. Um vit minnast aftur á okkara egna barnalív, so kunnu vit øll uttan iva seta orð á, hvat gjørdi tað gott og minni gott.
1. januar 2024 vóru 5805 børn í aldrinum 0-7 ár skrásett í Føroyum. Hvussu hesi 5805 børnini fara at definera sítt barnalív, er tengt at uppvakstrarkorunum, vit vaksnu geva teimum. Eitt kor, ið ger seg galdandi fyri okkara yngstu borgarar í 2024, er tilvild. Sum samfelag hava vit onga yvirskipaða kós ella ætlan við dagstovnaøkinum, vit hava ongi minstu krøv til kommunurnar, ei heldur nakra felags fatan av tí góða barnalívinum.
Kostnaður og tilvild
Dagstovnurin er fyrsti samfelagsligi pallurin, okkara børn virka á. Men vit vita lítið og onki um børnini á dagstovnaøkinum, av tí at ongi hagtøl verða framleidd. Leystliga mett eru uml. 5000 børn skrásett á dagstovnunum í Føroyum, hetta eru uml. 86% av øllum teimum 0-7 ára gomlu. Hetta er ein stór uppgáva hjá dagstovnunum og tað er líka við, at mann kann siga, at dagstovnarnir ikki longur bert eru ein kommunal tænasta, foreldur velja til og frá, men ein integreraður partur av barnalívinum í Føroyum. Í útgávuni Námsfrøðilig Stevnumið,ið Mentamálaráðið gav út í 2016, verður uppgávan hjá dagstovnum m.a. lýst til vera hendan;
“at bjóða børnum eina uppaling og menning sambært fullgóðari námsfrøðiliga stevnu og at bjóða eitt trygt, mennandi, avbjóðandi og læruríkt umhvørvi, sum er fyri barnsins besta”.
Ábyrgdin hjá dagstovnunum verður m.a. lýst á henda hátt;
“at stuðla einstaka barni at mennast við øllum teimum førleikum og møguleikum, sum tey hava”.
Gjøgnumgangandi í hesari útgávuni stendur skrivað: “dagstovnurin hevur skyldu til” ella “uppgávan hjá dagstovnunum er”, men onki stendur skrivað um, hvørja ábyrgd og uppgávur kommunurnar hava, hóast tað eru tær, ið vara av dagstovnunum. Og tað er júst her, at tilvildin kemur til sjóndar, tí allir karmar rundan um og á dagstovnaøkinum eru tilvildarligir. Eitt nú er tað ymiskt, hvussu nógv vaksin eru um børnini, hvussu stórir barnabólkarnir kunnu vera, hvussu leiðarin er normeraður, um stovnar hava køksfólk og enntá hvussu høgt foreldragjaldið er, alt eftir hvar tú býrt í landinum. Hendan tilvildin spælir ein alt ov stóran leiklut í dagstovnatilboðunum í Føroyum, og hevur verið við til at skapa ein retorik um “góð” og “vánalig” tilboð, alt eftir hvussu eitt býráð ella kommunustýrið hevur valt at raðfesta fíggjarliga. Hetta skapar ótryggleika fyri foreldur og lækkandi námsfrøðiliga dygd fyri børnini. Fakta er, at dygdin á dagstovnatilboðunum hongur óloysiligt saman við fíggjarligu raðfestingunum í einari kommunu. Tað nyttar tískil ikki at áleggja fleiri uppgávur og størri ábyrgd á dagstovnarnar, tá kommunurnar sjálvar ikki átaka sær størri ábyrgd.
Innan kommunalpolitikk tykjast øll at vera á einum máli um, at dagstovnaøkið er kostnaðarmikið. Men hvat er tað, sum ger økið so kostnaðarmikið, og hvat verður økið samanborið við? Vit eru nógvir løntakarar, men lønirnar eru ikki hægri enn hjá øðrum líknandi fakbólkum, vit fáa ikki eftirløn av okkara viðbótum og vit fáa ikki útgjald fyri skeivar arbeiðstíðir. Vit mugu skilja, at tá vit fáa at vita, at økið kostar ov nógv til at gera tær stóru broytingarnar, so noyðast vit at hyggja at heildini, tí tað snýr seg alt um raðfestingar! Eitt nú í Tórshavn, har býráðið valdi at brúka eina tveysiffraða milliónaupphædd uppá at gera 100 metrar av Havnará, í staðin fyri t.d. at raðfesta tímar til børn við serligum tørvi – hetta hóast tað í fleiri ár er staðfest, at puljan til hesi børn er alt ov lítil.
At vara av dagstovnaøkinum er ein stór og týdningarmikil uppgáva. Rógvi Thomsen, sáli, staðfesti longu í 2012, at námsfrøði sum fak varð vorðið eitt kjarnufak í okkara nútíðarsamfelag, og kittið, sum heldur samfelagnum saman. Vit hava kommunur, ið raðfesta góða barnalívið við m.a. at staðfesta, at í teirra vøggustovum skulu ikki vera fleiri enn 10 børn. Vit hava eisini kommunur, ið hava hækkað normeringina í bæði vøggu- og barnagarðsstovum.Við at raðfesta námsfrøðina skapa vit tað góða barnalívið. Harumframt síggja vit, at tá kommunur arbeiða aktivt við at betra um arbeiðsumstøðurnar á námsfrøðiliga økinum, t.d. við at hækka talið av fyrireikingartímum, so síggja vit heilt greitt, at starvsfólk støðast, og at tað hevur jaliga ávirkan á barnabólkarnar.
Børnini
Yvirskipað hoyra vit um eitt økt tal av børnum, ið stríðast í gerandisdegnum, og sum krevja sernámsfrøðilig tiltøk. Børn, ið stríðast, er ikki nakað nýtt fyribrigdi, tó so eru tey børnini blivin fleiri í tali. Av tí at flestu stovnar ikki uppfylla krøvini í dagstovnalógini um, at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar, so er mest vanligt, at námsfrøðingar verða settir at arbeiða við teimum børnunum, ið stríðast, ímeðan hini starvsfólkini hugsavna seg um vælvirkandi barnabólkin. Við hesari praksis uppstendur ónda ringrásin, tí tá fakfólkið verður tikið burtur frá vælvirkandi barnabólkinum, mangla faklig eygu at fanga byrjandi mistrivnað í vælvirkandi barnabólkinum, og so er vandi fyri, at fleiri og fleiri børn fáa tað trupult. Í fleiri førum virkar skerda støðan á dagstovnaøkinum til at “framleiða” børn ið hava tørv á sernámsfrøði.
Ein annar barnabólkur, ið er voksin í tali, eru børn við øðrum uppruna enn føroyskum. Við tølum frá Hagstovu Føroya síggja vit, at tað pr. 1. januar 2024 vóru 286 børn í Føroyum í aldrinum 0-7 ár, har annað ella bæði foreldur hvørki høvdu bústaðartilknýti ella danskan ríkisborgaraskap, tað vil siga uml. 5% av samlaða barnatalinum. Hvussu nógv av hesum børnum eru skrásett á dagstovnaøkinum vita vit ikki, men vit vita, at tey eru her. Dagstovnurin er teirra fyrsta møti við føroyska samfelagið, og hesi børn hava rætt til eitt eins gott og mennandi dagstovnatilboð sum teirra føroysku javnaldrar fáa. Hesi børnini hava aloftast fleiri mál, eina aðra mentan og uppalingarmynstur enn tey føroysku, og hetta setir høg krøv til starvsfólkini á dagstovnunum, tí tey fáa aloftast ein vegleiðara- og umsetaraleiklut av bæði máli og mentan fyri hesar familjurnar.
Vit hava seinastu árini hoyrt fakfólk prátað um mistrivnað millum børn, vaksandi tal av diagnosum, vaksandi tal av sálarsjúkum ungum og fleiri, ið rúsa seg. Vit eru skjót at skylda uppá skermnýtslu, sosialar miðlar, familjulív í hamstrarahjólinum og so víðari. Og hesi spæla óivað ein leiklut í hesum avbjóðingum. Men vit noyðast eisini at viðurkenna, at umstøðurnar á dagstovnunum ávirka víðari menningina hjá børnum. Tey fyrstu liviárini leggja grundarlagið hjá barninum; hvussu samspælið verður við onnur menniskju, sjálvsvirði, kensluliga reguleringin osv. Sum støðan er beint nú, so uppliva fleiri av okkara yngstu borgarum at hava skiftandi og/ella manglandi starvsfólk, ov stórar barnabólkar og manglandi fakligheit. Hetta kann hava vanlukkuligar fylgir fyri menningina hjá børnunum – og okkara framtíðar samfelag!
Tað, sum øll børnini á føroyskum dagstovnum áttu at havt krav uppá, eru námsfrøðingar og hjálparfólk, ið megna at skapa og viðlíkahalda sambond. Vaksin, sum hava fingið nøktandi tíð til at fyrireika sítt arbeiði, og sum vita, hví tey arbeiða sum tey gera, og sum megna at skipa námsfrøðiliga virksemið. At menna børn krevur førleikar, og broytiligir barnabólkar og samfelagsrák seta krøv til politisku skipanina um at skapa førleikamennandi útbúgvingartilboð, eins og at tað setur krøv til arbeiðsgevaran um at raðfesta førleikamenning.
Vit mugu tískil byrja prátið um “tað góða barnalívið”, og hvat vit leggja í hetta, tí vit noyðast at reagera og uppraðfesta okkara dagstovnar. Vit mugu tryggja, at øll børn hava eins møguleika at gerast partur av einum góðum og stimbrandi barnafelagsskapi, har spæl og menning er í fokus. Eitt gott barnalív má eisini innibera námsfrøði og skikkað starvsfólk, ið megna at umboða barnið og tørvin hjá tí. Dagstovnanámsfrøði er ein íløga í framtíðina og tískil ein íløga, ið fer at mynda føroyska samfelagið um 10+ ár. Um vit ynskja eitt samfelag við sjálvstøðugum og virknum samfelagsborgarum, mugu politikkarar raðfesta hesa íløguna, og raðfesta góða barnalívið.
Katrin Helgadóttir
Næstforkvinna
Føroya Pedagogfelag