Tann fantastiski heilin – Vitanin um heilan er effektiva amboðið í neuronámsfrøðini. 6. sending, desember 2023

 ”Heilin er so fantastiskur”, sigur Lis Jonhardsdóttir Sørensen einastaðni, og tað er júst tað, hann er, og tí er tað eisini so fantastiska áhugavert at hoyra hana greiða frá neuronámsfrøðini.

Lis er útbúgvin námsfrøðingur í Føroyum í 2006 og hevur seinni sum ein av heilt fáum føroyingum tikið eftirútbúgving í neuronámsfrøði. Tað gjørdi hon á professiónsháskúlanum UCN (University College of Northern Denmark) í Aalborg í 2014.

Hon arbeiðir í forskúlanum Brúgvin í Runavíkar, og Nicodemus Líggjasson hevur verið á gátt hjá henni.

Hóast Lis hevur sína servitan við sær í øllum sínum arbeiði, so leggur hon dent á, at neuronámsfrøðin ikki skilir seg frá tí ”vanligu” námsfrøðini, men heldur flættar seg inn í hana, og at munurin serliga er, at neuronámsfrøðingurin hevur eina vitan um heilan og prosessirnar, sum henda har.

Servitanin er ein eyka dimensjón í námsfrøðini, ella sum Lis sigur tað: ”Neuronámsfrøði er námsfrøði, sum er kryddað við heilagransking og neurosálarfrøði”.

(MYND)
Lis Jonhardsdóttir Sørensen arbeiðir í forskúlanum Brúgvin í Runavíkar Kommunu og er ein av heilt fáum námsfrøðingum í Føroyum við eftirútbúgving í neuronámsfrøði

Hoyr Námsvarpið her!