Fleiri tímalønt hava í fleiri ár fingið skeiva løn fyri kvøldarbeiði.

Nú fáa fleiri limir lønarendurgjald.

Føroya Pedagogfelag varnaðist fyrst í árinum, at tímaløntir limir hava fingið skeiva tímaløn, tá tey arbeiða kvøld og nátt hjá kommununum.

Her er serliga talan um tey, sum arbeiða í ungdómshúsi.

Tímalønt fara at fáa lønarendurgjald, tí tímalønin verður rættað afturvirkandi, tá ið arbeiðsgevararnir fara at rætta lønarskipanina. Hetta kann ganga heilt aftur til 2019.

Fyri tey flestu tímaløntu merkir hetta, at tey hava fingið ímillum 10 og 16 krónur ov lítið um tíman, tá tey hava arbeitt eftir kl. 17.

Ítøkiliga snýr tað seg um § 30 stk. 2. í sáttmálanum fyri námsfrøðingar, og § 21 í sáttmálanum fyri hjálparfólk. Her verður tilskilað, at arbeiði millum kl. 17.00-06.00 verður lønt við 1/1924 av árslønini.

Vit heita á allar limir, um at minnast til at eftirhyggja sínar lønarseðlar.

Tað hevur týdning at vera í felag.

Rætta tímalønin sæst á viðheftu talvu.