Trý nýggj ráð

Føroya Pedagogfelag hevur í dag, á eykaaðalfundi niðri í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, valt trý nýggj ráð.

Eitt hjálparfólkaráð:

Fía, Oda, Anne Lisa, Mona og Noomi, Kári Horn manglar á myndini.

Oda, Fía og Mona eru valdar í trý ár. Anne Lisa og Kári eru vald í tvey ár. Noomi er eykalimur.

Eitt námsfrøðingaráð:

Beinta‚ Bjørg‚ Leila‚ Krista‚ Sonja‚ Anja‚ Elsa og Beinta. Maud manglar á myndini.

Krista, Anja og
Laila eru valdar í trý ár. Elsa og Sonja eru valdar í tvey ár. Eykalimir eru 1. Oddvá, 2. Bjørg, 3. Beinta og 4. Maud Egholm.

og eitt Leiðararáð:

Marjun, Nancy, Gunnvá, Sonja og Rikke

Marjum, Nancy og Sonja eru valdar í trý ár. Gunnvá og Rikke eru valdar í tvey ár.

Eisini bleiv skjøtul settur á ein fakligan áhugabólk fyri “Føroysk námsfrøði” – ið ætlar at seta sjóneyka á tað góða námsfrøðiliga arbeiðið, sum verður gjørt í Føroyum.