Útvið krúss til allar limir

Í hesum døgum, eru vit í gongd við at fáa ársins jólagávu út til allar limir. Jólagávan í ár er eitt útvið krúss.

Í fyrstu syftu, hava vit heitt á álitisfólkini um at seta seg í samband við felagið fyri at fáa krúss til stovnarnar. Set teg í samband við títt álitsfólk um at fáa krússið. Tey, ið ikki hava eitt álitisfólk, kunnu koma inn á gólvið hjá Pedagogfelagnum vanligar yrkadagar millum kl. 9 – 15 og fáa krússið.

Opið hús.
Nevndin bjóðar til opið hús í Tungugøtu 9. desember kl.16.00 – 18.30. Her verður høvi at fáa eitt gott prát afturvið einum drekkamunni og øðrum góðum. Eisini er møguligt, at fáa útvið krússið hendan dagin.