Vælferðarlógin bleiv ikki samtykt

Nú Løgtingið er farið í summarfrí og vælferðarlógin ikki var samtykt, er veikasti borgarin sleptur uppá fjall.

Vælferðarlógin skuldi m.a. tryggja at: Borgarin skal eggjast, stimbrast og stuðlast til at hava so sjálvstøðugt lív sum gjørligt og at borgarin skal hava ávirkan á tilgongdina og innihaldið í teim tænastum, sum honum verða tillutaðar og veittar. (kelda: Borgarin takast uppá ráð)

Kunnu vit sum samfelag liva við tí?

Eingin trygd er fyri at Vælferðalógin verður løgd fram aftur í einari komandi tingsetu. Stórur vandi er tí fyri, at alt tað arbeiði og orka ið fakfólk og onnur hava lagt í arbeiði fer fyri einkis.

Føroya Pedagogfelag heitir á Løgtingið um at koma saman aftur og fáa samtykt lógina.