Valborg og Gunnvá valdar í nevndina

Leygardagin 5. mars hevði Føroya Pedagogfelag aðalfund. Á skránni var m.a. nevndarval til tveir nevndarsessir. Valborg H. Hammer og Harald Joensen stóðu fyri vali. Bæði tóku við afturvali, harumframt bjóðaði Gunnvá Akraberg Hansen seg fram til nevndarvalið.

Úrslitið gjørdist, at Valborg var fyrstvald við 374 atkvøðum, meðan Gunnvá og Harald bæði fingu 214 atkvøður í part. Eftir lutakast vóru Valborg og Gunnvá valdar í nevndina. Harald gerst tiltakslimur.

Úrslitið var:

Valborg H. Hammer 374 atkvøður.

Gunnvá A. Hansen 214 atkvøður. Vald eftir lutakast.

Harald Joensen 214 atkvøður. Tiltakslimur.