– VIT hava í øllum førum valt Setrið…

Røða til próvhandanina hjá Fróðskaparsetrinum 22. juni 2018, har røðari Rebekka Manuela Behrens sendur eina serliga heilsan til námsfrøðingar.

”…Fróðskaparsetrið er eitt universitet, har tey, sum ræðast umheimin fara. Tey, sum trívast best at vera í einum tryggum og trongum dunnuhyli, enda. Ja, tey, sum velja lættastu loysnina lenda.”

Árið er 2015, og vit eru í dalinum fagra í Hoydølum. Tað er ein av teimum seinastu tímunum í 3.s.

Vit práta um, hvørjar ætlanir eru eftir miðnám. Floksfelagarnir eru ymiskir á máli um, hvørjar ætlanirnar eru. Tað er tó nokkso greitt, hvørjar ætlanir IKKI eru. Til dømis at fara á húsarhaldsskúla í Klaksvík. Eingin ivi. Eitt no-go. Á Fróðskaparsetrið er eitt annað dømi. Eisini eitt no-go.

Soleiðis upplivdi eg umrøðuna av Setrinum og hugsaði, at tað helst eisini mátti vera nakað um tað, tá retorikkurin gjøgnum gangandi ljóðaði soleiðis. Um sama mundið varð umrøtt, hvussu tey ungu skuldu velja Føroyar, tí fólkafráflytingin var ov stór. Føroyar tóktust at vera óattraktivar. Almenna rúmið var merkt av kjakinum um, hvørji átøk skuldu setast í verk fyri at steðga stóru fólkafráflytingini. Átøk vóru eisini sett í verk, har slagorðið ferð eftir ferð ”Vit velja Føroyar” koyrdi runt á alnótini og í bløðunum. Øll vóru á einum máli um, at hetta var ein alarmerandi trupulleiki, ið mátti takast hond um sum skjótast.

Vit skriva 2018, og gongdin er broytt. Fólkatalið slóð met í fjør, tá vit gjørdust fleiri enn 50.000 borgarar í Føroyum. Í 2016 slóð talið av umsóknum til upptøku á Fróðskaparsetrinum eisini met. Fólk hava kanska fangað boðskapin. Tekin eru um, at ein hugburðsbroyting er farin fram.

Fólk velja Føroyar til, júst sum ynskið var. Men fólk velja eisini Fróðskaparsetrið til. Spurningurin er, um hetta er so ynskiligt, tí tað sæst ikki aftur í raðfestingini av Fróðskaparsetrinum.

Í fjør var talið av teimum, ið søktu inn á Fróðskaparsetrið, høgt, men ein av orsøkunum til, at tað ikki var eins høgt sum í 2016, var, at fleiri av útbúgvingunum, ið vóru væl umtóktar í 2016, ikki vórðu bodnar út. Grundgevingin var, at Setrið skuldi spara.

Tað er ilt at siga, um politiski myndugleikin ikki hevði sæð tað komið, at føroyingar ynskja at lesa í Føroyum. Í øllum førum hevur hækkingin í játtanunum ikki staðið mát við vøksturin í talinum av lesandi og talinum av útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Hóast nógv frá almennari síðu hevur verið sagt um, at føroyingar skulu velja at búgva og lesa í Føroyum, hevur Setrið fingið boð um at spara. Altso, føroyingar skulu velja Føroyar og lesa í Føroyum, sum tey nú GERA. Men Setrið skal spara. Ein nýtist hvørki av hava lokið prógv á Húsarhaldsskúla ella Fróðskaparsetrinum fyri at síggja tað paradoksala í hesum, tí hetta samanfallið hongur ikki saman. Ynskir politiski myndugleikin at raðfesta Setrið, má játtanina eisini standa í mat við veruliga kostnaðin. Hetta er ikki løtan, har útbúgvingar skulu niðurleggjast. Tað, at eingi lesandi verða tikin upp til búskaparfrøði í 2018, er í andsøgn við klokkuklára politiska boðskapin, sum fyri fáum árum síðani var galdandi, at fáa ungdómin at velja Føroyar og at lesa í Føroyum. Búskaparfrøði er tann útbúgvingin, sum hevur lægst miðalaldur, og tí er hetta eitt stig skeiva vegin. Kanska skuldi Setrið latið eina búskaparútbúgving fyri okkara fólkavaldu upp, so tey skilja, at útbúgving kostar – í øllum førum í fyrstu atløgu. Vit eiga at vera komin so mikið langt, at útbúgving ikki verður sædd sum ein útreiðsla, men ein íløga. Tað eigur heldur ikki at vera ein spurningur, um vit eiga at raðfesta hana, men ein sjálvfylgja at vit raðfesta hana. Eitt og hvørt vælvirkandi samfelag raðfestir útbúgving, tí útbúgving er ein so grundleggjandi treyt fyri góðari menning í landinum. Samhangur er eisini millum útbúgving og vælferð.

Niðurraðfesting av Setrinum hevur ta avleiðing, at føroyingar í minni mun fáa møguleikan at lesa í Føroyum, og at føroyingar í størri mun fara uttanlands at lesa. Og kanska, bara KANSKA, koma heim aftur. Altso, at vit leggja lunnar undir, at føroyingar verða verri útbúnir, og at fólkaflyting verður neyðug hjá fleiri. Tá er einki vunnið yvirhøvur.

…Og nei, eg havi ikki gloymt, at hetta er ein hátíðardagur. Men eg haldi, at tað er umráðandi at minna okkum øll á, at tað eru vit øll her í dag ”í dunnuhylinum”, sum hava torað at gingið aðrar leiðir – og IKKI valt ta lættastu loysnina. Tað er partvíst eisini tí, at hetta er ein hátíðardagur. Hóast tað átti at ligið beint til høgra beinið hjá føroyskum ungdómi at valt Setrið, er tað í fyrstu atløgu ikki tað lættasta valið. Studningurin er ikki hin sami sum eitt nú í Danmark, sum vit samanbera okkum við. Stuðul til einligar forsyrgjarar er ikki hin sami. Haraftrurat hevur tað verið ógreitt, hvørjar møguleikar vit hava, tá tað ræður um valfak og praktikk, tí tað á summum útbúgvingum eisini hevur verið spart niður ella heilt burtur.

Men vit hava so nógv annað. Vit hava gjøgnum lestrarárini møtt undirvísarum, sum brenna fyri tí, teir gera. Tað eru teir noyddir til, tí umstøðurnar hjá teimum, eru als ikki tær somu, sum hjá undirvísarum á øðrum størri universitetum. Men hetta er ikki nakað, eg havi lagt til merkis til. Heldur tvørturímóti. Mínar upplivingar eru, at Setrið er blivið eitt alsamt sterkari fróðskaparsetur, enn tað var fyri nøkrum fáum árum síðani. Mín varhugi er, at fólk trívast væl. Støðið og – og enn meiri týdningarmikið – krøvini eru høg, og atgongdin til fakligt umhvørvið og vitan er stór.

Harafturat hava vit her í Føroyum eisini fyrimunir, tá tað snýr seg um fakligt umhvørvið. Sambandið við undirvísaran er tætt. Summi síggja hetta helst sum ein vansi og brúka neiliga ladaða orðið ”ein tryggur dunnuhylur”. Mín uppliving er, at hetta dunnuhyls-fyribrigdið, ið ger seg galdandi, hevur nógvar fyrimunir við sær.

Mínir táverandi floksfelagarar í Hoydølum verða í øllum førum ovfarnir, tá tey hoyra, hvussu skjótt tað gongur fyri seg, um eg havi onkran fyrispurning um eitthvørt viðvíkjandi lestrinum. Undirvísararnir eru skjótir at leiðbeina – og mangan kann ein fyrispurningur svarast so mikið skjótt, at tað einans krevur eina skjóta uppringing. Mínir táverandi floksfelagarar, sum ganga á universitetum uttanlands uppliva ikki hetta í sama mun.

Eisini er tað vert at nevna, at vit, ið velja at arbeiða í Føroyum, harumframt hava nógvar fyrimunir við at hava lisið í Føroyum. Fyri mítt viðkomandi hevur tað verið mær ein stórur fyrimunur í mínum arbeiði, at eg havi fingið frálæru um føroysk viðurskifti á føroyskum í Føroyum.

Eisini fegnist eg, tá eg hyggi út á fjøldina í dag, at tit, ið taka tykkum av børnum á dagstovnum og skúlum hava eina føroyska útbúgving. Tey, ið fara at arbeiða í heilsuverkinum hava eina góða føroyska útbúgving. Kjakið um føroysk samfelagsviðurskifti verður ríkað av tykkum, ið byggja tykkara vitan á eina føroyska útbúgving, so vit ikki altíð skulu hoyra um, hvussu tað er í øðrum londum, men heldur, hvussu tað er her í Føroyum – og so við einum góðum føroyskum málburði. Vit hava fingið eina føroyska útbúgving, sum á ongan hátt er á lægri støðið enn aðrastaðni.

Ein serlig heilsan til námsfrøðingarnir, sum í løtuni eru ein stórur mangul í føroyska samfelagnum. Tað eru tit, sum koma at leggja lunnar undir, at fakliga støðið úti á stovnum hevur betri fortreytir fyri at gerast hægri. At dagstovnalógin um, at starvsfólkabýtið á dagstovnum í minsts lagi skal verða 2/3 til námsfrøðingatímar verður fylgd. Í núverandi løtu verður hon brotin í fleiri stovnum – av neyð. Tað eru tit saman við øllum øðrum her í dag, ið koma at gera mun her í Føroyum.

Vit, ið tordu at velja Setrið, hava slóðað fyri, tí í dag er tað feitt at ganga á Setrinum.

Hjartaliga til lukku við próvnum, góðu tit øll!