Vit mugu skapa støðufesti á námsfrøðiliga starvsøkinum.

Í løtuni tykist atgerðarloysi at valda hjá arbeiðsgevarunum, bæði hjá landi og kommunum. Starvsfólkatrotið er ein verulig hóttan ímóti einum vælvirkandi arbeiðsplássi, ikki longur bert innan námsfrøðiliga økið, men eisini innan heilsu- og umsorganarøkið yvirhøvur. Vit hava bert sæð nøkur fá átøk frá kommunum í kappingini at lokka starvsfólk til sín. Vit hava ikki sæð, at arbeiðsgevarar hava viðgjørt, á hvønn hátt teir eiga ein leiklut í at fáa fleiri nýggj fólk at trívast innan økið.

Í stuttum kann tað lýsast soleiðis, er lønarlagið lágt, er starvsfólkatrotið høgt. Innan “privata” geiran, serliga gistingarhús- og matstovuvinnuna, hava nógvar avbjóðingar eisini verið. Men her er ein “fasttrack” skipan, ið loyvir arbeiðsgevarum at fáa arbeiðsmegi úr fjarskotnum londum til Føroya at arbeiða. Skipanin hóskar seg tó ikki so væl innan námsfrøðiliga-, heilsuliga- og umsorganarøkið – tí tá skulu vit helst hava starvsfólk, ið ikki bara skilja málið og mentanina, men eisini hava teir røttu fakførleikarnar. Økini kunnu heldur ikki halda fram við at “byggja”/dúva uppá fyribilsstarvsfólk, sum bara eru á arbeiðsplássinum eina stutta tíð, eins og fleiri, serliga dagstovnar, gera við ungfólkum, ið fáa sær eitt sabbatsár áðrenn skúlagongdin skal halda fram.

Veruligar loysnir mugu á borðið. Eina miðvísa ætlan fyri batar í lønarlagnum, kappingarført við aðrar javnmettar útbúgvingar, so at tað veruliga kann vera eitt gott val at velja eitt nú námsfrøðiligu útbúgvingina. Tað nyttar einki at halda fram við at fjala seg aftanfyri vanligu undanførsluna hjá Fíggjarmálaráðnum, “um tit skulu fáa, so skulu øll onnur eisini hava – og tí verður einki gjørt. Hin undanførslan er, at tað verður ov dýrt. Vit síggja longu nú avleiðingarnar av manglandi íløgum á námsfrøðiliga økinum. Ítøkiliga, við at foreldur sleppa ikki til arbeiðis tá tey eftir ætlan skuldu, at stovnurin steingir áðrenn tíð ella veitir eina skerda tænastu. Óbeinleiðis kann spurningur eisini setast við, um vaksandi bíðilistar til útgreiningar eru partur av spurninginum um ov lítið virðismettar fakligar stovnar. Tað er ikki líka allastaðni, ótryggleiki er skiftandi á ymiskum stovnum, so hvørt sum flytingar eru í starvsfólkahópinum.

At Fróðskaparsetrið ikki hevur tikið fleiri lesandi inn á námsfrøðiligu útbúgvingina fyri langari tíð síðani, er eisini ein av teimum heilt stóru sjálvmálunum í Føroyskum útbúgvingarpolitikki. Í staðin droyma hesir politikkarar, um eina farna tíð, har nærum helvtin av arbeiðsmarknaðinum var í óløntari vinnu, í heimaumhvørvinum.

Í staðin liva vit í einum samfelagið har ferðin á samfelagshjólunum er stór, kanska ov stór og elvir hetta til, alt ov nógvar menniskja vanlagnur, hetta vegna strongd, sálarlig og kropslig píning.

Familjan má fáa styrk

Loysnirnar eru sjálvsagdar. Fyri at bøta um familjulívið er neyðugt at gera smidligari skipanir, ið taka hædd fyri, at smá børn eisini eru til. Upplagt er at hyggja uppá barsilslóðina og gera skipanir úr barsilslívi inn í arbeiðslívið eitt sindur “bleytari”. Sáttmála ásetingar kunnu gerast, ið taka hædd fyri at serliga smábarnafamiljan oftani hevur fleiri fráverudagar orsaka av sjúku. Á ráðstevnu um sálarliga arbeiðsumhvørvið, ið Heilsuhjálparafelagið skipaði fyri, vísti Heri á Rógvu á, at tað serliga vóru tær ungu barnafamiljurnar, ið vóru rakt av fíggjarliga trongum korum.

Í hinum endanum, so eldast vit øll, og átti tað verði náttúrligt, at sáttmálar tóku hædd fyri hesum. Við skilagóðum avtalum hevði borið til hjá fleiri at verið verandi á arbeiðsmarknaðinum longri, um hædd varð tikið fyri, at orkan ikki  altíð er tann sama,  sum hjá teimum yngstu á arbeiðsmarknaðinum. Somuleiðis átti tað verði gjørligt at havt skipanir, ið gera tað møguligt hjá familjuni at vísa umsorgan fyri eldra ættarliðnum.

Í dag er øgiligur munur á ymisku sáttmálunum, tá ið hesi viðurskifti verða umrødd, og í summum førum er nokk ikki neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum. Eldrapolitikkur eru í onkrum sáttmálum, men ikki øllum, eins og tað er ymiskt, hvat starvsfólk fáa í boðið frá sínum arbeiðsgevara.

Hetta snýr seg eisini um eitt gott familju- og barnalív

Vil man barninum tað besta, so eiga vit at viðgera á hvønn hátt vit tryggja barninum tað besta. Og ikki bara “sleingja” uppskot út um, at pengar skulu fylgja barninum, ið ikki er ein trygd fyri, at barnið fær bestu loysnina. Fyri stuttum vísti Búskaparráðið á, at slíkt uppskot eisini hevði nakrar stórar búskaparligar avleiðingar. Tað er eisini ein av avbjóðingunum í slíkum lógarverki. Men har eru sjálvsagt ein røð av samfelagsligum atlitum, ið eiga at viðgerast. Alt frá tí sosiala til læru/menningarstøðuna.

Tann eina myndin, har vøggustovulívið í Degi og viku verður málað at vera ógagniligt hjá teimum smæstu, í bert spæla “parallelt” er ein heldur grov manipulatión av tí, sum vit vita um smábarnið og tess menning. Tí tað hevur sjálvsagt alstóran týdning, at smábørn eisini í vøggustovualdri, møta og speglað sær í øðrum smábørnum. Gamla menningarfatanin, sum heilsufrøðingurin tykist vísa til, har børn mennast í ávísum stigum til ávísar tíðir, eins og ástøðin hjá Piaget førdi fram vita vit, er ov einføld. Børn mennast í samspæli við umhvørvið tey eru í. Eisini í vøggustovu. Og tey skapa sambond og menna sjálvsmyndina saman við børnum og vaksnum í teirra umhvørvi. Heilsufrøðingurin kundi lisið ástøðina hjá Daniel Stern hesum viðvíkjandi.

Tá ið kjakið um “hvat er best fyri barnið” er frammi, er tað sjáldan, at vit veruliga viðgera hvat er best fyri barnið. Eitt nú møguleikan til fleiri sjúkradagar og umsorganardagar.

Eiga vit ikki at hyggja eftir, um arbeiðsvikan er ov long til eitt gott familjulív.

Eiga vit ikki at hava eitt kjak um væntanirnar til barnið, í sambandi við skúla, ítriv og frítíðarvirksemi eftir loknan dag á stovni ella skúla?

Hvat ger avrikssamfelagið við sálarstøðuna hjá menniskjanum? Vit verða vigað eftir avrikunum heldur enn eftir, um vit hava gjørt okkara besta, og tykist virðið á menniskjanum verða virðismett eftir “inntøku” ella ognum.

Eiga vit ikki at hyggja eftir, hvussu ofta skermurin er barnagenta ella uppalari?

Her er nógv at tríva í – um vit veruliga ynskja at hava eitt betri samfelag fyri okkara minstu.

Sum fakfelag ynskja vit at skapa tryggari karmar innan námsfrøðiliga økið. Í flestu førum merkir hetta eisini betri karmar fyri tey, ið hava tørv á námsfrøðiligum tænastum, bæði børn og vaksin.

Í dag síggja vit, at stóra útskiftingin av starvsfólkum á námsfrøðiliga økinum er viðvirkandi til eitt ótryggari “stovnslív”. Bæði fyri børn og tey, ið tørva námsfrøðisliga hjálp at megna dagin og vegin. Hetta rakar tó sera ymiskt – øll líða ikki undir hesum.

Hetta gera vit ikki einsamøll – hetta kunnu vit bert loysa í felag.