Barnaváttanir, vegleiðing

Uttanríkis- og mentamálaráðið hava gjørt vegleiðing um barnaváttanir, har endamálið er “…at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum og ungum undir 15 ár. Ítøkiliga ber lógin í sær, at arbeiðsgevarar s.s. almennir stovnar, feløg og felagsskapir, ið seta persónar í starv ella til uppgávu, sum koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan. Barnaváttanin vísir, um persónur er ella hevur verið skuldsettur, ákærdur, dømdur o.l. í málum um kynsligan ágang ímóti børnum. Um barnaváttanin vísir, at persónur er dømdur, er bannað at seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu, sbr. § 9 í lógini.
Barnaváttanarlógin løgskipar hinvegin ikki, um arbeiðsgevarar sjálvboðið krevja privatar revsiváttanir ella fáa myndugleikarevsiváttanir til vegar í sambandi við setanir. Tað er eitt annað slag av váttan, sum ikki er fevnt av barnaváttanarlógini. Nærri kunning um revsiváttanir fæst við at venda sær til løgregluna og á heimasíðuni her.”

Lógin skilur millum “…

eitt ”vanligt” starv s.s. at vera lærari, dagrøktari, námsfrøðingur, hjálparfólk, tannrøktari o.o. heilsustarvsfólk. Tað kann eisini vera talan um onnur størv, sí vegleiðandi lista aftast á hesi vegleiðing. GG: Listin er ikki úttømandi!

At verða settur til ávísa uppgávu er t.d. at verða settur sum venjari, kamarsleiðari, skótaleiðari o.l.

Í báðum førum skal starvið ella uppgávan bera í sær beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár. Treytin um beinleiðis og regluligt samband skyldast, at tað á tann hátt kann uppbyggjast eitt álit millum barnið og viðkomandi. Hetta er galdandi sama um starvið ella uppgávan er lønt ella ólønt, ella um starvið ella uppgávan er varandi ella tíðaravmarkað.

Frá at tað hevur verið sjálvboðið, ger barnaváttanarlógin tað til eina skyldu hjá eitt nú kommunum, almennum og privatum stovnum, ítróttarfeløgum, felagsskapum, samkomum o.ø., at fáa til vegar eina barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv ella til ávísa uppgávu, sí tó pkt. 6 niðanfyri.

Viðmerkjast skal, at skyldan at fáa til vegar eina barnaváttan kann eisini fevna um onnur enn tann, ið ætlanin er at seta í starv. Hetta ger seg galdandi, um starvið fer fram heima hjá viðkomandi. Her verður serliga hugsað um dagrøktarar. Treytin er tá, at arbeiðsgevari fær til vegar barnaváttan um hjúnafelagar, sambúgvar, heimabúgvandi børn yvir 15 ár o.o., sum kunnu fáa møguleika at koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, sbr. § 4, stk. 2 í lógini.”

Les alla vegleiðingina her.