Summar og feriulegur

Gjald fyri summar og feriulegur/ sí áseting í sáttmálanum. §12. Gjald fyri summar- og frítíðarlegur (Sáttmálin fyri pedagogar)

Felagið fær nógvar fyrispurningar um løn og eykaviðbót , tá limirnir fara á summar- og feriulegur. Tað vísir seg ofta at greinin í sáttmálanum um summar- og feriulegur verður tulkað ymiskt og oftani misskild.

Felagið skal tí hervið útgreina, hvussu greinin skal umsitast og skiljast:

Løn undir leguni.
Løn verður latin fyri 8 tímar fyri hvønn byrjaðan legudag. – viðmerkjast skal, at øll starvsfólk, sum eru við á leguni fáa løn fyri 8 tímar eisini tey sum vanliga arbeiða niðursetta tíð.

Leguviðbótin er fyri hvønn byrjaðan legudag kvøldviðbót fyri 16 tímar –  Kvøldviðbótin er pr.1.10.2020  Kr. 28,62

Um legan fellur á leygar- sunnu- og halgidagar ella ein serstakan frídag er viðbótin tann dupulta.

Viðmerkjast skal, at tann tíðin ein er til arbeiðis, áðrenn farið verður á legu og tá ein kemur aftur av legu er, at rokna sum eyka arbeiðstíð útyvir 8 tíma dag, tvs. at um:

farið verður á legu
ein týsdag kl.10.00 og starvsfólkini møta kl. 8.00 gevur hetta 2 eyka yvirtímar (2 x 1,5) = 3 tímar

komið verður aftur av legu
fríggjadag kl.13.00 og farið verður heim kl.16.00 gevur hetta 3 eyka yvirtímar (3 x 1,5) = 4,5 tímar