Vit spyrja øll valevni og flokkar:

HVUSSU ÆTLA TIT AT LOYSA STARVSFÓLKATROTIÐ INNAN NÁMSFRØÐINA❓❓

Seinastu árini er tað vorðið gerandiskostur, at dagsstovnar, skerja upplatingartíðina, heita á avvarandi um at heinta børnini tíðliga ella at koma við teimum seinni. Hetta er ikki bert galdandi innan barnaansingina, men er somuleiðis ein stórur trupulleiki innan serøkið, har Almannaverki er undir stórum trýsti.

Hetta er ein stór avbjóðing fyri arbeiðsgevarar og starvsfólk, ið ikki fáa røkt síni størv. Hetta er ein beinleiðis hóttan móti arbeiðsmarknaðinum, ið skal tryggja okkum eitt vælferðarsamfelag.

Men hetta er eisini eitt ávaringarljós um eina námsfrøði, ið bløðir starvsfólk orsaka av manglandi viljanum at lyfta økið bæði í lønarlagi og arbeiðsviðurskiftum.

Stóri mangulin av starvsfólki ger bert støðuna verri hjá teimum, ið eru eftir á økinum, tí er hetta ein avbjóðing, ið bert gerst størri, fyri hvønn dag.

Tí spyrja vit tykkum politikarar, hvussu ætla tit at loysa starvsfólkatrotið innan námsfrøðina❓