Barnarættindi seta dagskránna á Fólkatingið.

Helst fyrstuferð at barnarættindi hava sett dagsskránna í einum valstríði.

Nógv kjak hevur verið um umstøðurnar hjá starvsfólkunum í donsku dagstovnunum, serliga í kjalarvørrinum av dokumentarsendingini “’Daginstitutioner bag facaden’ sum var víst á TV2.

Fleiri av flokkunum hava haft “minimumsnormering” við i valskránni til Fólkatingsvalið, sum var í gjár og sum krav til nýggju stjørnina. Fleiri av hesum eru stuðulsflokkar hjá S og Mette Fredriksen, og peika á hana sum nýggjan statsleiðara.

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at tey peika eisini á Mettu Fredriksen sum nýggjan statsministara og vann øllum kunnugt ein tingsess í valinum.

Nú tað bert eru fáar vikur til komandi Løgtingsval, fara vit at síggja “minimumsnormering” ella #gottbarnalív, sum vallyfti í Føroyska valstríðinum?

*Mynd: BUPL (facebook).