Innbjóðing til Útnorðurráðstevnu um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús 11. og 12. juni
Týsdagin 11. juni og mikudagin 12. juni 2019 verður spennandi útnorðurráðstevna um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús.
Ráðstevnan er í tveimum:
Fyrri dagurin er skipaður við einum Barbershop tiltaki: Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini. Hesin parturin verður í Öström frá kl. 13.00 til 17.00. Skráin fyri dagin er heft við.
Málbólkurin til Barbershop tiltakið er serliga menn – stjórar úr vinnulívinum og almenna geiranum og onnur, sum kunnu taka avgerðir.
Seinni dagurin er ráðstevna, sum er skipað við framløgum og kjaki: Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og við hús.
Ráðstevnan varpar millum annað ljós á:
- góðar royndir og úrslit at føra ein miðvísan javnstøðupolitikk
- hví tað er umráðandi at fáa menn virknar í hesum arbeiði
- ágóðarnar av kynligari javnvág bæði við hús og á arbeiðsmarknaðinum
- teir ótilvitaðu sosialu normarnar, sum framvegis darva framgongdina
Seinni dagurin verður í Smæruni frá kl. 8.30 til 12.30. Skráin fyri dagin er heft við.
G.G. Formaðurin í Føroya Pedagogfelag luttekur í panelkjaki 12. juni.
Málbólkurin er fólk út vinnulívinum, politikarar, embætisfólk og starvsfólk í almennum stovnum, fakfeløg og onnur, sum hava áhuga fyri evninum.
Tiltøkini eru almenn og ókeypis, men neyðugt er at melda til: https://greengate.nemtilmeld.dk/2/
Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum.
BARBERSHOP-programme-11-june-2019West-Nordic-conference-programme-12-june-2019