Ein áheitan til komandi kommunal politikarar

Vit vilja við hesari áheitan, nú val er fyri framman, heita á tykkum øll sum blíva vald, at hugsa um námsfrøðiliga økið. Kommununar umsita ein stóran part av tí námsfrøðiliga økinum, sum fevnir líka frá vøggu til grøv, og her mugu raðfestingar gerast.

Námsfrøðiliga økið í kommununum fevnir um:

• vøggustovur
• barnagarðar
• frítíðarskúlar
• frítíðartilboð
• ungdomshús
• forskúlar

Økið fevnir víða og vit gera nógvar praktiskar uppgávur í gjøgnum dagin, og hesi krevja tíð. Tíð saman við børnum/brúkarum er tað, sum er mest umráðandi fyri ein námsfrøðing. Tíð til at geva okkara børnum/brúkarum tað besta, tað er nærleika, umsorganina, læring og menning, alt tað, sum eitt menniskja hevur tørv á.

Vit koma við hesi áheitan, eftir at starvsfólk og foreldur, hava verið í miðlunum og sagt frá um støðuna á dagstovnaøkinum. Vit vilja enn einaferð heita á tykkum politikarar, um at seta tykkum inn í viðurskiftini og taka námsfrøðiliga økið alvorligt.

Vinaliga

Námsfrøðingaráðið

Sonja Einarsdóttir, Anja Haldansen, Elsa Henrysdóttir av Reyni, Krista Hvannastein og Bjørg av Kák Olsen