Gerandisdagurin farin í gongd eftir summarferiuna

Summarferian er nú farin aftur um bak hjá teimum flestu og er vanligi gerandisdagurin byrjaður aftur.

Flestu arbeiðspláss vita nú hvør skal manna starvsliði komandi mánaðirnar. Summarið er tíðin, tá fleiri av teimum ungu, ið hava starvast á námsfrøðiliga økinum eru farin víðari í útbúgvingarørindum. Sum náttúrligt er.

Tíverri mugu vit staðfesta, at ov fá av hesum fara at lesa námsfrøði. Áhugin fyri at lesa til námsfrøðing ikki er hækkandi hóast eftirspurningurin er ógvuliga stórur, og mugu vit tí spyrja hví so er.

Tey flestu sum lesa námsfrøði hava havt okkurt tilknýti til økið, hava starvast á økinum sum hjálparfólk ella kenna tey til økið á annan hátt.

Starvsfólkatrot er eitt evni, sum leingi hevur verði á breddanum hjá okkum. Í 2021 staðfesti várfrágreiðingin hjá búskaparráðnum, at støðan var vánalig og fór at gerast verri, um eingi átøk vóru framd.

Fleiri kommunur hava síðani “reagera” og hava roynt at bøtta um støðuna. Ikki bara við at fáa fleiri fólk inn, men eisini við at arbeiða við átøkum, ið kunnu stuðla undir at starvsfólk trívast betur. Eitt nú settu fleiri kommunur, Eiðis-, Vága- og Tórshavnar kommuna fyrireikingartíð inn í arbeiðsætlanirnar hjá starvsfólkunum. (Summar kommunur hava longu skipað viðurskiftini við nakað av fyrireikingartíð.) Hetta hevur virkað í stutta tíð, men, longu nú tykist tað at hava tikið eitt sindur av strongd úr dagstovnaskipanina.

Eitt úrslit, sum hóast stutt er frá ligið longu stuðlar undir, at økið kann gerast betri. Tó eru nakrir vandar enn – námsfrøðin krevur, at stundir eru til at uppbyggja sambond við børn ella borgarar, og tí er eisini neyðugt at virka fyri, at starvsfólkahópurin er støðugur. Sagt á annan hátt: Máti skal vera við útskiftingunum eftir hvørja summarferiu, tá tey ungu, sum hava starvast á økinum, fara víðari á síni útbúgvingar- ella starvsleið.

Her er helst bert ein háttur umframt góða løn og arbeiðsumstøður; at fáa fleiri at arbeiða innan eitt starvsøki, eisini í framtíðini. Vit mugu útbúgva tey til at arbeiða har. Hevur tú útbúgving innan eitt øki, eru sannlíkindini fyri, at tú heldur áfram at arbeiða har størri.

Ymsastaðni vera ymisk átøk gjørd, í summum førum vera útbúgvingar knýttar tætt at arbeiðsplássunum, soleiðis at starvsfólk ikki merkja ein fíggjarligan smeit, samstundis sum fleiri fáa atgongd til útbúgving. Fleiri fróðskaparsetur (universitet) skipa fjarlestur, sum er ein upplagdur møguleiki, eisini í Føroyum. Royndir og skeið á einum øki eiga somuleiðis at kunna góðskrivast – kanska skuldi tað eisini verið møguleikar at taka eina útbúgving í bitum.

Bert innan fyri námsfrøðiliga økið sær út til, at vit fara at hava brúk fyri 1000 námsfrøðingum afturat komandi tíggju árini. Okkurt má gerast her og nú – fleiri møguleikar mugu troytast og skipast, so vit kunnu nøkta eftirspurning eftir námsfrøðingum. At dúva uppá, at nógvir Føroyingar ikki ætla ella vilja taka eina útbúgving og samstundis vera verandi á námsfrøðiliga økinum er bláoygt. Námsfrøðiliga økið er heldur ikki einsamalt í kappingini um at lokka fólk at søkja sær starv innan økið – onnur leita eisini eftir fólki.

Nú mugu stig takast, stig sum skuldu vera tikin fyri fleiri árum síðani.