Gestarøða til aðalfund Føroya pedagogfelags, 30. mars 2019

Fyrst av øllum vil eg takka fyri, at eg varð boðin at røða her í dag.

Heimurin er broyttur. Tøkni, mentan og arbeiðsmarknaðurin. Einki er sum tað var. Nógv er til tað góða. Her í Føroyum er lønin sum heild hægri enn hon var. Konufólk og mannfólk hava formliga somu rættindi. Samfelagið er ríkt, trygt og gevur einstaklinginum møguleikar. Vit hava avbjóðingar, men tær avbjóðingarnar eru, við fyrsta eygnabrá, lítið av miklum móti teimum avbjóðingunum, vit søguliga hava havt í Føroyum.

Hetta er ikki komið av sær sjálvum. Flestu fakfelagsfólk hava hoyrt søguna – fakfeløgini skaptu vælferðarsamfeløgini. Var tað ikki fyri fakfeløgunum, so arbeiddu vit enn 14 – 16 tímar um dagin, fingu lítla og onga løn, onga frítíð, og børn byrjaðu at arbeiða um tað mundið, tá tey nú fara í skúla. Stríðið at tryggja okkara grundleggjandi rættindini var so mikið hart, at fólk doyðu og tíggjutúsundir misti størvini. Tá tað eydnaðist, skiltu fakfeløgini hvussu sterk tey vóru, sosial demokratisku flokkarnir vóru stovnaðir sum ein politiskur vongur av fakfeløgunum, og í fleiri áratíggju bygdu fakfeløgini og politiski vongurin hjá fakfeløgunum vælferðarsamfelagið. Ókeypis undirvísing til øll, rætt til feriu, arbeiðstrygd og rættindi, heilsuverk, eftirlønarskipanir, sosialar skipanir og øll almenna umsorganartænastan – alt hetta er úrslitið av tí arbeiðinum, sum fakfeløgini byrjaðu. Uttan tey var tað Føroyar vit kenna í dag ikki til.

Samfelagið er broytt, og við teirri broytingini eru fakfeløgini eisini broytt. Alt tykist minni umráðandi. Og hví ikki – tað er munur á, at berjast fyri at fáa eitt sindur betri løn og eitt sindur betri rættindi, og so at berjast fyri, at seks ára gomul børn ikki doyggja til arbeiðis, meðan restin av familjuni svøltar, tí lønin er ov lág.

Tá fakfeløgini upprunaliga vórðu stovnaði, passaði tað, ið Marx segði. ”Arbeiðarar kring allan heim gangið saman. Tit hava einki annað at missa, enn tykkara leinkjur!”. Setningurin passar ikki í dag. Vit hava nakað at missa. Fleiri okkara eiga hús. Vit hava lán, rokningar og fastar útreiðslur, sum vit skulu rinda hvønn mánaða. Vit hava eitt lív, sum vit eru hampiliga væl nøgd við, tó at lønin kundi verið betri. Fara vit í eitt verkfall, so noyðist fakfelagið at rinda okkum nóg góða løn, til at vit kunnu rinda alt tað vit skulu. Vit kunnu ikki bara stilla okkum úti á vaglinum, og standa har og mótmæla í nakrar mánaðir. Gera vit tað, so eru húsini, makin og børnini vekk, tá vit koma heim aftur.

Satt at siga hava vit nokk havt tað so mikið gott, í so mikið langa tíð, at tey flestu ivast eitt sindur í, akkurát hvat tað er eitt fakfelag ger – og hvussu tað arbeiðir “Vit hava sigrað til helvitis”, var heilsanin frá Thomas Nielsen, fráfarandi danska LO-formanninum, longu í 1982. Í Føroyum kann ein eisini gott fáa ein illgruna um, at í nógvum førum hava fakfeløgini sjálvi gloymt, hvat tað er fakfeløg gera, og í øðrum førum sita tey føst í eini tíð, sum ikki longur er til.

Samfelagið er broytt og fakfeløg mugu laga seg til hendan nýggja veruleikan, nú arbeiðsmarknaðurin er grundleggjandi broyttur. Tá føroysku fakfeløgini vórðu stovnaði, so gav tað meining at hava nógv smærri og meira lokal fakfeløg. Arbeiðsgevarin var lokalur, og virksemið var knýtt at staðnum. Tá infrakervið og tøkniligar broytingar knýttu allar Føroyar saman, so broyttist hetta. Arbeiðsgevarin kundi hava virksemi fleiri staðni í landinum, eins og arbeiðarin ikki noyddist at arbeiða lokalt. Í flestu førum hava lokalu fakfeløgini tí lagt saman í landsfevnandi fakfeløg, ið eru skipað samsvarandi fakbólkum.

Í londum við sterkum fakfeløgum hevur gongdin hareftir verið, at tey eru farin saman umboðandi arbeiðsøki og í størri meginfeløg. Hetta tí arbeiðsgevarin áhaldandi er blivin sterkari, ríkari og dugnaligari til at samskipa sítt virksemi mótvegis fakfeløgunum, og ávirka politisku skipanina. Sjálvt har er arbeiðsgevara síðan sum oftast sterkari, men fakfeløgini kunnu geva henni ein skarpan gang og vera við at seta dagsskránna.

Tí tað er ikki av sær sjálvum, at vit hava tað gott, og onki stendur í stað. Arbeiðsgevarin vil altíð spara pengar. Hann vil altíð trýsta lønina niður, minka um rættindi og arbeiða fyri, at skattur og avgjøld, ið fíggja vælferðarsamfelagið, minka.

Vit hava ikki nøktandi tøl úr Føroyum, men í restini av vesturheiminum er greitt, at gongdin seinastu árini hevur verið skeiva vegin. Tekur ein hædd fyri prísvøkstrinum, so er lønin í nógvum londum minkað seinastu áratíggjuni. Har hon ikki hevur gjørt tað hevur hon sum oftast staðið í stað. Løntakarar missa rættindi teir hava havt, starvsviðurskiftini gerast ótryggari, meðan krøvini vaksa og lívsgóðskan hjá tí einstaka minkar. Í fleiri Vesturlendskum londum trýr ungdómurin ikki, at tey fáa eitt betri ella eins gott lív og foreldur teirra høvdu. Framstigini fakfeløgini stóðu fyri, eru farin at ganga hinvegin.

Vit hava ongantíð framleitt eins nógv, og vit gera nú. Vit eru blivin effektivari við tøkni og nýhugsan, og við útbúgving og royndum eru vit blivin betri til tað vit gera. Kortini hevur veruliga lønin kring stóran part av heiminum staðið í stað, og bara tey ríkastu eru blivin ríkari. Arbeiðstíðin er ikki minkað. Um nakað er hon í nógvum førum vaksin, tí fólk taka arbeiðið við heim, svara telefon og teldupostum, og ikki í nóg góðan mun fáa fyrireikingartíð sum part av arbeiðstíðini. Hetta virkar eisini við til, at sálarheilsan kring heim versnar.

Samstundis vita vit, at ovurhonds stórar broytingar og avbjóðingar eru ávegis. Tøkniliga menningin stendur ikki still. Fleiri metingar siga, at innanfyri næstu 20 árini, so hvørva millum ein triðingur og helvtin av øllum størvum vit hava nú. Hetta tí teldurnar klára tað sjálvar. Har eru tey sjálvsøgdu starvsøkini so sum fólk, ið arbeiða á virkjum, við at koyra, vaska, í handlum og so framvegis. Men  tøknin yvirtekur eisini longu nú arbeiði frá summum miðlafólkum, løgfrøðingum, málsviðgerðum og læknum. Tíbetur er meginparturin av tí arbeiðinum, sum Føroya Pedagogfelag stendur fyri, kanska ikki tað, ið stendur í fremstu røð at hvørva, men í Suður Korea gera tey t.d. royndir við at skifta starvsfólk út við maskinum í eldrarøktini. Og hvussu er og ikki – nógvir granskarar meta, at tað verða so nógv fólk, ið missa starv sítt, at tað verður ógjørligt at finna teimum nýggj arbeiðspláss. Hendir tað, so leggur hetta av álvara trýst á lønina og rættindi hjá teimum, sum hava arbeiði, tí arbeiðsgevarin kann finna bíligari arbeiðsmegi millum tey arbeiðsleysu.

Hetta er ikki einasta avbjóðingin í dag. Verðurlagsbroytingarnar eru longu veruligar. Vísindaliga er semja um, at tað ikki longur er gjørligt at steðga teimum. Tekur heimurin seg saman, so kunnu vit minka um avleiðingarnar, men ikki steðga teimum. Serliga um vit ikki minka um avleiðingarnar í nóg stóran mun, so hevur hetta stórar fíggjarligar og menniskjansligar avleiðingar við sær. Vit gerast fátækari, tilfeingið heimurin hevur minkar, og vit fáa milliónir av umhvørvisflóttafólkum. Hetta leggur aftur trýst á vunnin rættindi og løn.

Í stuttum hava vit avbjóðingar við vaksandi ójavna, við tøkniligu menningini og umhvørvisavbjóðingar. Fakfelagsrørslan í Føroyum er als ikki klár til hesar avbjóðingarnar, ið so ella so eisini fara at raka Føroyar.

Vit hava framvegis eina øgiliga rúgvu av smáum, smølum fakfeløgum, sum verja síni egnu smáu kongaríki. Nevnd og limir eru bangin fyri at geva vald frá sær, við at leggja saman í størri feløg, og tykjast ofta at brúka eins nógva tíð til at klandrast við fakfeløg á felags starvsøkjum, sum til at standa saman móti arbeiðsgevaranum.

Av tí sama er einki fakfelag í Føroyum nóg stórt til, at tað kann geva arbeiðsgevara síðuni nóg gott mótspæl. Vinnuhúsið er hinvegin helst mest effektivi politiski lobbyfelagsskapurin, sum vit hava í Føroyum, og Lønardeildin við fíggjarmálaráðnum saman við kommunala arbeiðsgevarafelagnum, standa alt annað líka munandi sterkari í so máta, enn nakað einstakt fakfelag.

Tí er bara ein loysn, um fakfeløgini skulu megna framhaldandi at hava eina sterka rødd og ein virknan lut í samfelagnum. Fakfeløgini mugu skipa seg saman í meginfeløg. Fakfeløgini mugu skipa seg í 2 – 3 meginfeløg, sum kunnu brúka felags fíggjarorkuna meira munagott. Heldur enn bert at hava fólk, sum í dag sita hvør í sínum lagi og gera samlíkar umsitingarligar uppgávur, kunnu feløgini í felag brúka part av orkuni til at seta fólk at ávirka politisku skipanina beinleiðis. Framleiða vitan og tilfar um støðuna hjá verkafólki og gongdina í samfelagnum, og hugsa og finna loysnir fyri avbjóðingarnar, sum feløgini støðugt hava og koma at fáa, og vera við til at seta dagsskránna í miðlunum. Styrkin verður somuleiðis ein heilt onnur, tá um ræður lønarsamráðingar og samráðingar um rættindi.

Einstøku fakfeløgini missa nógv vald við hesum, ja, men sum ein bólkur standa tey so ræðuliga nógv sterkari. Samstundis letur hetta eisini upp fyri, at fakfeløgini kunnu brúka sína orku til annað viðkomandi. Limarøkt, tala limanna søk í almenna rúminum, førleikamenning, faklig menning… fakfeløgini kunnu tá í nógv størri mun arbeiða við viðurskiftum, ið beinleiðis merkjast aftur í gerandisdegnum hjá limunum, tí tá hava tey orku og tíð til tað. Tíðarkrevjandi uppgávurnar vera í meginfelagnum.

Heimurin broytist. Tað er tað einasta, sum vit vita við vissu. Vit kunnu ikki lena okkum afturá, og siga at fakfeløgini í stórum og heilum hava gjørt tað, sum tey skuldu. Gera vit tað, so missa vit alt. Vit kunnu ikki sita hendur í favn, og vænta at politiska skipanin loysir allar avbjóðingarnar vit hava. Fakfeløgini noyðast at leggja sítt tilfeingi saman, og vera við til at broyta heimin, soleiðis at okkara lív gerst betri, heldur enn at bíða eftir broytta heiminum og so reagera.

Fakfeløgini hava klárað at broytt heimin fyrr, og skapt bestu fortreytirnar arbeiðandi menniskjuni nakrantíð hava havt at liva undir. Tó at avbjóðingarnar eru stórar, so kunnu vit gott gera tað aftur.

Takk fyri – og góðan aðalfund.