Hvat vil løgmaður?

Tað er stórt sæð ógjørlig at halda fram á námsfrøðiliga virkisøkinum á skilagóðan hátt. Til hetta eru korona-tilmælini frá Føroya Løgmanni ov ógreið.

Vit fáa dagliga fráboðanir frá ørkymlaðum limum, ið ikki kenna seg tryggar við støðuna, og eingin vil taka ábyrgd av at veita røttu vegleiðing.

Løgmaður biður okkum halda frástøðu og vaska okkum væl um hendurnar. Hetta eru eini einkisigandi boð, fyri okkara arbeiðsøkið.

Í vøggustovunum, í barnagørðunum, í forskúlunum, í fólkaskúlanum, í frítíðarskúlunum og innan ungdómsvirksemið er hetta ógjørligt – og innan sosialpedagogiska virkisøkið er tað týðiliga ógjørligt, tá tað hvørki ber til at verja námsfrøðiliga tilboði ella grundleggjandi menniskjalig atferð við hesum koronutilmælunum.

Námsfrøðilig tilboð ER at vera nærverandi við onnur menniskju – eisini tey sum eru sjúk, vandamikil, óhjálpin og onnur, ið hava tørv á námsfrøðiligari hjálp, fyri at megna dagin.

Hví ikki gera munandi átøk beinanveg, so vit sleppa undan at stríðast í uppaftur longri tíð við koronustøðuna?

Eitt nú krav um koronupass ella negativa koronuroynd, um ikki ber til at steingja tey smitturaktu økini.

Ikki at vilja viðurkenna, at summi størv krevja serliga viðferð, ger ikki støðuna betri.

Árinini av at lata óttan fyri smittu vera størri, tí børn og ung enn skulu ferðast í stórum bólkum, sett upp móti árinunum av at seta ferðina í samfelagnum niður, fyri at minka um smittuspjaðingina, er avgjørt vert at hava í huga.

Føroya Pedagogfelag