Rakar skattalættin rætt? 

Sitandi samgonga fer frá 2023 at seta í verk broytta skattaskipan. Millum annað verður landsskattastigin broyttur, og barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður. Samgongan førir fram, at ætlanin við skattalættanum er at lætta um hjá borgarum við lægru inntøkunum. Stóri spurningurin er tó, um skattalættin rakar rætt í mun til tað, sum samgongan sigur seg vilja røkka við honum. 

Høvuðsbroytingin í landsskattinum er, at lopini í skattastiganum broytast, sum víst í mynd 1 og mynd 2: 

Umframt broytingina í landsskattastiganum so verður barnafrádrátturin í landsskattinum fyri børn yngri enn 7 ár hækkaður úr 9.200 krónum í 11.200 krónur árliga, og fyri børn eldri enn 7 ár úr 6.500 krónum í 8.000 krónur árliga. Er talan til dømis um tvey børn, har annað er yngri enn 7 ár og hitt eldri enn 7 ár, er samlaða hækkingin í barnafrádráttinum 3.500 krónur. Umframt broyting í barnafrádráttinum, verður inngjaldið til ALS lækkað úr 1,0% í 0,8%, meðan barsilsgjaldið 

 verður hækkað úr 0,86% í 0,89%.  

Myndirnar 3 og 4 vísa, hvussu broytingin ávirkar, tongt at ársinntøku. Í útrokningunum er kommunuskattur á 19% og kirkjuskattur á 0,6% nýttur. 

Sum mynd 3 vísir, fær lønmóttakarin, ið ikki hevur børn, at kalla ongan skattalætta, um ársinntøkan er niðanfyri 250.000 krónur um árið. Millum annað sæst, at lønmóttakarin við ársinntøku á til dømis 235.000 krónur einans fær 400 krónur í árligum lætta – hetta svarar til 33 krónur um mánaðin. Hesin lættin stavar einans frá lækkingini í inngjaldinum til ALS. Ikki fyrr enn ársinntøkan fer upp um 370.000 økist skattalættin upp um 4.000 krónur árliga. Fer ársinntøkan upp um hetta stigið, liggur skattalættin millum 4.129 krónur og 4.605 krónur árliga. Hetta svarar til umleið 350 krónur í miðal um mánaðin. 

Í mynd 4 sæst støðan, um lønmóttakarin hevur 2 børn – eitt yngri enn 7 ár og eitt eldri enn 7 ár. Í mun til støðuna uttan børn, økist skattalættin fyri allar inntøkubólkar við áðurnevndu 3.500 krónunum árliga. 

Mynd 4: Skattalætti við tveimum børnum 

Mynd 3 og 4 vísa greitt, at lægru inntøkurnar fáa munandi lægri lætta enn hægru inntøkurnar og serliga tey uttan børn eru fyri vanbýti. Ført hevur verið fram frá politiskari síðu, at tað er trupult at veita lægru inntøkunum lætta, tí hesar frammanundan rinda so lágan skatt. 

Hetta vísir talva 1 greitt. Vit síggja í talvuni, at lægru mánaðarlønirnar fáa rættiliga avmarkaðan skattalætta – serliga um eingi børn eru og eingin ágóði av hækkaða barnafrádráttinum fæst.  

Talva 1: Skattalætti við og uttan børn, fyri ymiskar mánaðarlønir 

Um vit tríva í aftur endamálið við skattalættanum, var hetta júst at lætta um hjá teimum, ið verða trýst av øktu inflatiónini. Hyggja vit eftir mynd 3 og 4 sæst týðiliga, at endamálið als ikki verður rokkið. Lægru inntøkubólkarnir verða við sviðið soð, meðan hægru inntøkubólkarnir, ið ikki hava eins stóran tørv á skattalætta vegna príshækkingarnar, fáa munandi hægri lætta. Hetta kundi verið gjørt betri. 

Leggjast kann aftrat, at tá prísir hækka nógv á vanligum gerandisvørum og tænastum, so kann vísast á, at lægru inntøkurnar verða harðari raktar enn hægru inntøkurnar. Hetta verður á fakmáli rópt “inflatións GAP”. Júst inflatións GAP bendir á, at samstundis sum lægru lønarbólkarnir fáa munandi lægri skattalætta enn hægru inntøkubólkarnir, verða lægru inntøkubólkarnir eisini harðari raktir av gongdini í prísunum í okkara samfelagi. Við ætlaða skattalættanum verða lægru inntøkurnar sostatt bæði raktar harðari av vaksandi inflatiónini og so eisini, at lægru inntøkurnar fáa lítlan skattalætta samanborið við hægru inntøkurnar.  

Við øðrum orðum, so røkkur broytingin í skattaskipanini als ikki tí endamáli, sum er ætlað. Tey, ið hava størsta tørvin á lætta fyri at fáa privatbúskapin at hanga saman, fáa sera lítlan lætta og verða harðari rakt, meðan tey, ið frammanundan í minni mun verða merkt av øktu prísunum, fáa størsta lættan. 

Endamálið við hesum skrivi er ikki at koma við boði upp á nýggja skattaskipan. Ført hevur verið fram, at trupult er at veita munandi lætta til lægru inntøkurnar, tí kommunurnar vilja ikki hjálpa við einum lætta í kommunuskattinum. Ilt er at skilja, hví hetta skal vera trupult. Um politiskur vilji er til staðar, er eisini gjørligt at finna loysnir, ið hjálpa, har tørvurin á hjálp er størstur. 

Fakfelagssamstarvið 

Starvsfelagið 

Føroya Lærarafelag 

Føroya Pedagogfelag 

Akademikarafelag Føroya 

Heilsuhjálparafelag Føroya 

Havnar Arbeiðskvinnufelag 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar