Tað er neyðugt at fara til verka

Vit standa í dag í einari undantaksstøðu innan námsfrøðiliga virkisøkið* Starvsfólkatrotið, ið hevur verið á økinum í fleiri ár er nú sjónligt hjá øllum. Søgurnar gerast fleiri og fleiri um vantandi tilboð hjá Almannaverkinum, hetta er vegna hølistrot og starvsfólkatrot. Innan dagstovnaøkið hoyra vit um dagstovnar, sum ringja eftir foreldrum í ótíð, tí stovnurin manglar starvsfólk. Avleiðingarnar fyri børnini og tey, ið hava tørv á námsfrøðiligari hjálp at megna gerandisdagin síggjast eisini í samfelagnum. Eitt nú er ikki óhugsandi, at hetta er við til at leggja stórt trýst á eitt nú Sernám og psykiatriska depilinum.

Hetta er ikki ein brádliga íkomin støða – vit hava nú í fleiri ár førkað okkum nærri og nærri tí støðuni, at veruleikin á stovnunum ikki hongur saman, hóast arbeiðsgevarar við samráðingarborðini ikki hava vilja viðurkent trupulleikan. Sjálvt í dag verður trupulleikin umrøddur sum um, at “øll líða undir starvsfólkatrotið”. Ella, at hetta hava øll arbeiðspláss livað við seinastu árini.

Einki við at taka ábyrgd. Einki við at royna at finna nakrar skilagóðar loysnir. Einki við at taka í egnan barm. Og nei, at foreldur bara skulu vera longri heima hjá børnunum bøtir ikki uppá støðuna. Tvørtur ímóti hevði tað økt um starvsfólkatrotið.

Pedagogfelagið hevur sagt tað fyrr – um vit, sum samfelag ynskja at niðurlaga vælferðarsamfelagið, so skulu vit bara halda fram við at gera tað, sum vit plaga, og samráðast um lønarsáttmálar, sum vit plaga. Tí so fáa vit tað, sum vit plaga.

Hetta snýr seg ikki um, at okkara limir eru øvundsjúk inná aðrar fakbólkar. Hetta snýr seg um, at skal vælferðarsamfelagið minka um starvsfólktrotið í framtíðini, er neyðugt at gera ábøtur í dag.

Neyðugt er at hava kappingarførar lønir á námsfrøðiliga økinum, um vit ynskja at halda uppá tey sum longu eru – og fáa fleiri til økið.

Neyðugt er at hava kappingarførar arbeiðsumstøður, um vit ynskja at halda uppá tey sum eru, og fáa feiri til økið.

Neyðugt er, at politiska skipanin, Løgting, Landsstýri og kommunustýrini kring landið taka støðuna í álvara og viðurkenna, at tørvur er á broytingum.

Í 2021 roknaði búskaparráðið seg fram til, at bert fyri at nøkta tørvin hjá Almannaverkinum komandi 10 árini, varð neyðugt við umleið 700 nýggjum starvsfólkum. Hesi eiga í stóran mun at vera námsfrøðilig starvsfólk.

Kom so til verka.

*tað eru vøggustova, barnagarður, frítíðarskúli, stovnar og fyriskipanir undir Almannaverkinum, sjálvsognarstovnar undir lógini um almannatrygd og tænastur, forskúlar og fólkaskúli, eftirskúli og miðnám, barnaverndarstovnar og annað.